Gekk ikki hjá Gunnari og teimum

Panathinaikos skoraði í 95.minutti og sløkti harvið íslendska dreymin um at skriva nýggja evropeiska søgu. Liðið hjá Sylvani Jakobsen kom víðari eftir brotssparkskapping, og liðið hjá Hanusi Sørensen er eisini millum tey seinastu 16 í Conference League.

Teir stríddust fyri at halda ímóti, men heimaliðið skoraði tvær ferðir og tók plássið í Conference League-áttandapartsfinalunum (Mynd: Víkingur Reykjavík)

Teir stríddust fyri at halda ímóti, men heimaliðið skoraði tvær ferðir og tók plássið í Conference League-áttandapartsfinalunum (Mynd: Víkingur Reykjavík)

2025-02-21 08:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

So nær við og tó. Tað var málleyst í 70 minuttir í Athen, og harvið var Víkingur Reykjavík á veg víðari til enn eitt umfar í Conference League. Fyrri dysturin, sum var í Finnlandi vegna leikvallarstøðu í Íslandi, endaði 2-1 til liðið hjá Gunnari Vatnhamar.

Filip Mladenovic sló brádliga til fyri Panathinaikos, og síðani lá tað til at fara í longda leiktíð í 25 minuttir. 

Men í yvirtíðini gekk galið hjá gestunum. Grikska liðið gjørdi sær dælt av deyðbóltsstøðu og breyt íslendsk hjørtu. 2-0 á kvøldinum og samanlagt 3-2 til Panathinaikos sum er víðari til áttandapartsfinalurnar í Conference League.

Flott evropeisk avrik samanlagt hjá víkingunum; einki íslendskt lið er áður komið víðari úr einum deildarspæli/bólkaspæli.

Gunnar Vatnhamar var týðandi spælari á ferðini og skoraði millum annað eitt mál í sigri í deildarspælinum. Skaðar hava darvað seinastu tíðina, og tí spældi 29-ára gamli leirvíkingurin ikki í fyrra dystinum. Gunnar kom inn eftir 80 minuttir í gjár.

[object Object]
Gunnar fekk um endan av evropeiska ævintýrinum - hann og liðfelagarnir iðra seg tó um, at teir ikki fingu longt tað (Mynd: Víkingur Reykjavík)

Liðini hjá Hanusi og Sylvan eru víðari

Slovenska meistaraliðið NK Celje spældi seg víðari til áttandapartsfinalurnar við flottum 2-0 sigri á APOEL Kýpros. Hanus Sørensen spældi tó ikki nakran leiklut. Landsliðsspælarin hevur umboðað HB tíðliga í kappingini og hevur tí ikki loyvi at spæla fyri Celje í hesari Conference League-kappingini.

Sylvan Jakobsen hevur eisini umboðað eitt annað felag í kappingini, men somu reglur eru ikki galdandi fyri liðleiðarar. Tískil fekk klaksvíkingurin yvirtíð í Írlandi í gjár - og kundi at enda stórfegnast.

Shamrock vann fyrra dystin í Molde (0-1), men tíðliga í gjár skoraði Magnus Eikrem, sum eisini skoraði á Tórsvølli í 2023. Einki mál kom afturat næstu 110 minuttirnar, og so var neyðugt við brotssparkskapping í Írlandi. Har skoraði Molde uppá øll síni skot og er harvið millum tey seinastu 16 í kappingini; við einum føroyskum liðleiðara ("Kit manager").

[object Object]Sylvan Jakobsen fegnast her um sigurin hjá KÍ eftir brotssparkskapping í Göteborg í Champions League í 2023. Í gjár var hann aftur á vinnandi liðnum til hádramatiskan tvídyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder