
Herdis Højgaard Petersen hjá Kyndli skoraði allarfyrsta málið í einum almennum hondbóltsdysti við Tjarnir, og fekk hon eina serliga heilsan fyri tað. Men tað vóru grannarnir úr Neistanum, sum vóru omaná og vunnu við fýra málum.
Gentur 16: Kyndil – Neistin 22-26 (6-11)
Dagsins spælari: Sigrid Hansdóttir (Neistin)
Dagsins spælari
U16 genturnar hjá Kyndli og Neistanum løgdu fyri við Tjarnir í gjár kvøldið (Myndir: Andrei Antal)
Løtu seinnu var tað sami aldursbólkur hjá dreingjum. Har vóru hoyvíkingarnir omaná móti neistamonnum.
Dreingir 16: Neistin – H71 a 25-27 (11-13)
Dagsins spælari: Hákun Rask Olsen (Neistin)
Hoyvíkingar omaná í spennandi finaluni móti Neistanum (Myndir Andrei Antal)
Longu klokkan 9 í morgun, leygarmorgunin, fór triðja Faxe Kondi finalan við Tjarnir í gongd. Tað var hjá gentum 10B, har EB var omaná í ógvuliga tøttum dysti móti Tjaldrinum
Gentur10B: EB – Tjaldur 8-7 (4-2)
Dagsins spælari: Jóhanna Kartinsdóttir Høghamar (EB)
Myndir: Hondbóltssamband Føroya
Í finaluni hjá dreingjum 10 var neyðugt við longdari leiktíð fyri at finna vinnaran. Har vann H71, eins og í gjár hjá dreingjum 16, á Neistanum
Dreingir 10B: H71 b – Neistin c 15-14 (eftir longda leiktíð)
Dagsins spælari: Noam Suni Djurhuus
Myndir: Hondbóltssamband Føroya
Í skrivandi stund spæla EB og H71 í b-finaluni hjá gentum 12, og har liggur EB til at vinna sítt annað gull í dag. Stroymingin er HER.
Samanlagt tíggju steypafinalur verða spældar í Hoyvík í dag. Eftir døgurða verður talan um A-finalur. Í kvøld eru vaksnamannafinalurnar á skránni.
Faxe Kondi steypafinalur 2025
Leygardagin 22. februar:
kl. 10.20 G12B: EB a – H71 c - í gongd
kl. 11.10 D12B: ÍA a – SÍF
kl. 12.00 G10A: H71 a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: H71 c – Kyndil a
kl. 13.20 G12A: H71 a – StÍF a
kl. 14.20 D12A: H71 a – Kyndil a
Klokkan 17: Neistin – Kyndil (Kvinnur)
Klokkan 19.30: H71 – VÍF (Menn)
Sí eisini: Kyndil og VÍF skulu royna at verja sítt steypaheitið
Sunnudagur 23. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 14.00 G14B: Søljan – Tjaldur
kl. 15.00 D14B: Tjaldur – Team Klaksvík
kl. 16.00 G14A: H71 a – Kyndil a
kl. 17.00 D14A: H71 a – Kyndil
kl. 18.00 G18: H71 – Kyndil
kl. 19.30 D18: H71 – VÍF
Til ber at finna stroymingarleinkjur til finalurnar á "Handball Faroe Islands" - ella við at trýsta á HER
Kelda: hsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald