
Stórur áhugi er fyri Faxe Kondi steypafinalunum í kvøld, og gongur atgongumerkjasølan sera væl til kvinnu- og mansfinaluna, sigur Hondbóltssambandið.
Tað er um at vera útselt til dystirnar, og tí verður ongin søla við dyrnar í kvøld. Nøkur fá hundrað atgongumerki eru tó framvegis tøk. Atgongumerkini fáast til sølu á atgongumerki.fo.
Atgongumerkini til steypafinalurnar eru ikki til ávís setur, men verður víst til at Kyndil og Neistin sita á eystar síðu til kvinnufinaluna, hareftir at teirra áskoðarar skulu flyta yvir um á vestaru síða, um tey ynskja at síggja mansfinaluna eisini. Áskoðararnir hjá VÍF og H71 kunnu hareftir sessast á eystaru síðu til mansfinaluna.
Báðar steypafinalurnar vera vístur á KVF.
Klokkan 17: Neistin – Kyndil (kvinnur)
Klokkan 19.30: H71 – VÍF (menn)
Fylg eisini við dystinum á livescore-tænastuni hjá Portalinum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald