Fótbóltur

Skulu bjóða meira av

Í morgin spæla kvinnurnar annan dystin í Nations League-kappingini, tá Gibraltar tekur ímóti á Europa Point Stadion.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-24 20:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

– Sjálvt um vit liggja væl framman fyri Gibraltar á FIFA listanum, so kenna vit kortini einki trýst á okkum – einki meir enn vanligt, tá landsdystir eru á skránni.

Tað sigur Jacoba Langgaard, hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, millum annað, undan UEFA Nations League dystinum móti Gibraltar, sum verður á Europa Point Stadion í Gibraltar í morgin, týsdagin 25. februar klokkan 18:00.

Føroyski hópurin kom til Gibraltar á middagi leygardagin, og síðani hava fundir og venjingar verið á skránni. Umstøðurnar á Gibraltar eru góðar, veðrið er gott, og væntandi verða eini 18-20 hitastig, tá turkiski dómarin floytar dystin í gongd.

Heimasíðan hjá Kringvarpi Føroya, kvf.fo, stroymir dystin. Trýstið á “Sjón” og veljið “KVF 2”. Byrjað verður at senda klokkan 17:55.

[object Object]Kvinnurnar til venjing á Europa Point á Gibraltar (Mynd: FSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder