
Í mai verða Føroyar vertur fyri einum EM-endaspæli í fótbólti á fyrsta sinni. Talan er um endaspælið hjá U17 gentum.
Sum vertir verða Føroyar umboðaðar í endaspælinum. Nógvar fyrireikingar eru á skránni, og undan hesum endaspælinum skulu Føroyar spæla fyrstu dystirnar í undankappingini til næsta EM aftur.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivar, at FA-Hanner Stadion í Vilnius verður karmur um føroysku dystirnar, tá U17 landsliðið við gentum í komandi mánað fer til Litava. Har er EM undankapping á skránni.
- Føroyar eru í bólki B5, saman við Írlandi og Litava. Fyri føroyska liðið ræður fyrst og fremst um at fáa eitt so gott úrslit sum tilber, og sum vónandi kann hava við sær, at okkara gentur spæla í deild A seinni í ár.
Kappingin í Litava er samstundis góð fyrireiking til EM endaspælið fyri U17 gentur í mai mánað.
Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Jákupi Mortensen, hevur hon úttikið 18 spælarar til EM undankappingina í Litava.
Hópurin
Lilja Debess av Teigum, B36
Sigrið Hansdóttir, B36
Leona Kjærbæk Djurhuus, HB
Halla Morgan Ejdesgaard, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Elin Elmelund Hansen, HB
Hanna Ellefsen, HB Køge (Danmark)
Nita á Lakjuni, ÍF
Eyðna Ólavsdóttir Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Sára Kristiansen, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Kára Askham Sigurðsson, KÍ
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Poulsen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Mikudagin 12. mars klokkan 13 spæla Føroyar og Írland, og leygardagin 15. mars klokkan 12 spæla Føroyar og Litava.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald