Video: Hæddarpunkt frá sigrinum hjá Hákuni og teimum

Eitt serstakt mál hjá Hákuni West av Teigum og eitt snilt hjá Jóhan á Plógv Hansen síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-25 09:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin spældi Fücshe Berlin ein flottan dyst móti Flensburg-Handewitt og legði seg við sigrinum á 3. pláss í Bundesliguni.

Hákun West av Teigum gjørdi bart á høgra vongi og skoraði fimm mál uppá seks skot. 23-ára gamli hoyvíkingurin var sum heild ógvuliga tryggur.

Les eisini: Hákun West av Teigum skoraði fimm mál í stórdysti

Eitt av málunum hjá Hákuni var serstakt og eisini snilt. Í kontraálopi, og kroystur av Emil Jakobsen, sendi lámi føroyingurin bóltin avstað við einari høgru hond. Hann hevði fingið fríkast annars, men skotið hjá Hákun West av Teigum fór millum beinini á Kevin Møller og í netið.

Beint aftaná skoraði Jóhan á Plógv Hansen ógvuliga trygt, tá hann varð spældur ígjøgnum. Havnarmaðurin á høgra vongi hjá Flensburg-Handewitt skoraði uppá bæði síni skot í dystinum.

Sí nevndu málini - frá 2.00 - og hæddarpunktini annars í videoklippinum ovast ella HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder