
Kvinnulandsliðið verður alla næstu viku savnað. Hetta er týðandi liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Litava, ið vera ávíkavíst 9. og 13. apríl 2025.
Talan er um teir báðar dystirnar, sum avgerða, hvørt Føroya skulu til HM næsta vetur ikki.
Liðið hevur nógvar venjingar saman, og so eru vitjanir og slíkt eisini á skránni. Hondbóltssamband Føroya bjóðar ungum hondbóltsspælarum at venja saman við landsliðnum um eina viku:
- Í samband við, at kvinnurnar eru savnaðar í Føroyum í tíðarskeiðinum frá 3. til 8. mars 2025 vilja vit fegin bjóða øllum U8 (fødd árgang 2016) leikarum í Føroyum til eina venjing saman við landsliðnum týsdagin 4. mars 2025.
Venjingin verður í nýggi stórhøllini við Tjarnir, har børnini fáa møguleika at bæði venja saman við landsliðsleikarnum og møguleikan fyri at royna, hvussu tað er at venja á nýggja tjóðarleikvøllinum hjá Føroyum.
Hondbóltssambandið skrivar, at tað Ter ókeypis at luttaka, men neyðugt er at melda til áðrenn, so vit hava møguleika fyri at skipa eina góða venjing. Til ber at melda til her.
Freistin at melda til er sunnudagin, 2. mars 2025 á miðnátt. Venjing við U8 børnum verður týsdagin, 4. mars, frá klokkan 17:30 til klokkan 18:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald