
- Sammy var eitt sindur skaðadarvaður í fjør, men í fleiri av dystunum hann spældi, var hann sera eyðsýndur. Sterkur sum fáur, og tað sást týðiligt, at mótstøðumenninir høvdu trupult við at vinna bóltin frá honum. Máltevið sóu vit eisini eitt sindur til, m.a. tá hann skoraði í steypafinaluni ímóti B36.
Soleiðis lýsir HB spælaran, sum felagið í gjár, mánadagin longdi sáttmálan við.
Vøddaskaðar gjørdu sítt til, at Skytte misti fleiri dystir (Mynd: Sverri Egholm)
Sammy Skytte kom til HB úr rumenskum fótbólti seinasta vetur. Annars hevur danin spælt í heimlandinum í Noreg.
Sterki miðvallarin hevur royndir frá høgum stigi, og í 2024 spældi Sammy Skytte, sambært FaroeSoccer, 23 dystir fyri HB. Hann skoraði fimm mál; millum annað fyrsta málið í steypafinalusigrinum móti B36.
Tað var møguligt, at hetta fór at verða seinasti dystur hjá Sammy í HB. Í vetur hevur nakað av ivamál verið um framtíð hansara, og hevur 28-ára gamli danin millum annað royndarvant við HamKam, sum spælir í fremstu norsku deildini.
Nú er tó endaliga greitt, at hann framahaldandi fer at spæla undir Adolfo Sormani.
Sum skilst roynir HB eisini at fáa fatur á í øllum førum Jóan Símuni Edmundsson og einum málverja afturat.
Sammy Skytte og HB skulu royna at kappast við millum annað NSÍ um fremstu plássini (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald