Fótbóltur

Munandi størri møguleiki fyri at fáa stig

Føroyar eru í favorittleiklutinum til dystin á Gibraltar klokkan 18 í kvøld. Hjá Gibraltar verður hetta fyrsti kappingardystur nakrantíð á heimavølli.

Í Nations League í 2023 eydnaðist ikki at fáa nakað stig - nú skal tað verða hjá Føroyum, sum vunnu tríggjar dystir í EM-undankappingini í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Í Nations League í 2023 eydnaðist ikki at fáa nakað stig - nú skal tað verða hjá Føroyum, sum vunnu tríggjar dystir í EM-undankappingini í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-25 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið taptu Føroyar 3-0 í sínum fyrsta dysti í aðru Nations League kappingini higartil. Hetta var eisini á pappírinum truplasta uppgávan, sum verður: Á útivølli móti greiða favorittinum í bólkinum.

Sí eisini: Slovakar høvdu munin

Í 2023 spældu Føroyar sínar fyrstu seks Nations League-dystir á kvinnusíðuni. Allir endaðu við tapi, men í fimm teirra var munurin bert eitt mál. Serliga móti Kýpros á Tórsvølli burdu Føroyar fingið stig burturúr eftir spæli og málmøguleikum.

[object Object]
Sunniva Willemoes skoraði fyri Føroyar í Nations League, men hóast nógvar føroyskar møguleikar á Tórsvølli eydnaðist ikki at skora hetta heystarkvøldið á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Givið er, at Gibraltar er ta liðið í bólknum, sum Føroyar á pappírinum hava best møguleikaat fáa stig ímóti. 

Á kvinnusíðuni hevur Gibraltar enn ikki verið við í nakrari HM- ella EM-undankapping. Í mun til kappingardystir, eru Oyggjaleikir ta hægsta, sum Gibraltar hevur verið til - fram til fríggjadagin tá liðið spældi Nations League-dyst í Moldova.

Gibraltar hevði nakrar stórar málmøguleikar í Moldova í fyrsta umfari, men heimaliðið skoraði einsamalla málið í dystinum í yvirtíðini.

Í kvøld verður søguligur dystir á Europa Point leikvøllinum, har bæði liðini fara eftir sínum fyrstu Nations League stigum. Føroyar standa sum favorittar.

Heimasíðan hjá Kringvarpi Føroya, kvf.fo, stroymir dystin. Trýstið á “Sjón” og veljið “KVF 2”. Byrjað verður at senda klokkan 17:55. Frysta bríksl verður klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder