Fótbóltur

Jóan Símun Edmundson aftur í Íslandi

Hann fer næstu tíðina at spæla við steypavinnaranum KA Akureyri, sum 33-ára gamli toftamaðurin eisini umboðaði í seinnu hálvu í 2023.

KA skýrir gamla kenning sín sum

KA skýrir gamla kenning sín sum "ein av bestu føroysku spælarunum nakrantíð". Jóan Símun skiftir úr norðurmakedónskum fótbólti (Mynd: KA Akureyri)

2025-02-25 20:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HB hevur verið eftir honum, men nú er greitt, at Jóan Símun Edmundsson spælir í Íslandi í 2025.

Felagið KA á Akurreyri kunngerð í dag sáttmála við 33 ára gamla áleyparan, sum í nógv ár hevur spælt á landsliðnum og er beint við metið fyri landsdystur. KA skýrir hann "ein av bestu føroysku spælarunum nakrantíð".

Jóan Símun Edmundsson spældi við sama íslendska felagnum í nakrar mánaðir í 2023 áðrenn hann fór til Norðurmakedonska felagið Shkupi at spæla.

KA skal spæla evropeiskan fótbólt í summar. Liðið vann íslendsku steypakappingina í fjør - við finalusigri á Víkingi Reykjavík. Jóan Símun skeyt eitt evropeiskt mál fyri felagið í 2023.

Dagført: 20.14

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder