
Ein dystur í fremstu donsku kvinnudeildini varð spældur í kvøld. Hann var í Viborg, har København Håndbold vitjaði, og TV2 Sport setti sína sjóneyku á dystin.
Rásin nýtti eisini tíð at tosa um, og við, Janu Mittún. 21-ára gamla hoyvíkskvinnan hevur víst eitt høgt stig í sterku deildini seinastu mánaðirnar, og serliga viðmerkjarin Sofie Bæk rósti føroyska landsliðsprofilinum nógv undan, undir og eftir dystin. Hetta fyri at vera ein so frískligur og undirhaldandi spælari, sum gevur mótsstøðuliðnum nógv høvuðbrýggj og sínum liði so nógv.
Sjálv var Jana Mittún ónøgd við fleiri av sínum skotum. Hon brendi fýra av sínum seks skotum, og tað er eisini ov nógv. Her ásannaði Jana, at hon var ov óneyv.
Nummar 77 gjørdi tó aftur stóran mun í álopsspælinum hjá Viborg. Útyvir tey bæði málini, hon skeyt, er Jana Mittún skrásett fyri trý upplegg, umframt at føroyingurin vann trý brotskøst. Harav beinleiðis við í sjey málum men Jana var eisini við til at seta fleiri onnur mál hjá Viborg upp; var við til at seta ferð á og eydnaðist samspælið við Christinu Pdersen og Saru Hald á strikuni heilt væl.
Christina Petersen skoraði heili 11 mál og var toppskjútti í 28-24 sigrinum. Í steðginum var munurin tvey mál. Viborg var allatíðina omaná og var sterkt í verjustøðu.
Við sigrinum er Viborg fýra stig frammanfyri København Håndbold í stríðnum um týdningarmikla 5. plássi. Hesi bæði liðini hava nú bert seks dystir eftir í grundspælinum,
Sí støðuna í Kvindeligaen her
København Håndbold, hvørs framtíð er heldur óviss, hevur nú tapt tríggjar dystir á rað. Pernille Brandenborg er ein av spælarunum, sum skiftir felag í summar. Hon spældi næstan bert í verjuni í dag, tí toppskjúttin Tabea Schimd spældi fullan dyst. Pernille var tó inni til 7 móti 6 í álopinum men hevði einki skot. Føroyski landsliðsliðskiparin fekk eina útvísing - hetta fyri at gera straffi móti Janu Mittún.
Bæði liðini spæla aftur um vikuskiftið - Jana og Viborg spæla føroyingauppgerð móti Rakul Wardum og teimum í Ringkøbing sunnudagin. Aðrir týðandi dystir eru hjá føroysku liðunum næstu dagarnar. Sí dystarskrá HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald