Annað

Grannar í Purkugerði vunnu DM-gull

Royndi Niels Juel Arge fer eftir EM-gullinum í mai, tá føroyingarnir fara at kappast undir Merkinum. Barba Jansdóttir vann seg til sína fyrstu altjóða kapping við millum annað trimum føroyskum metum.

Niels Juel Arge og Barba Jansdóttir búgva dagliga lið um lið - tey gjørdu bæði bart í Danmark leygardagin

Niels Juel Arge og Barba Jansdóttir búgva dagliga lið um lið - tey gjørdu bæði bart í Danmark leygardagin

2025-02-26 10:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið vunnu tveir grannar úr Havn hvør sítt gullheiðursmerki í kapping um danska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting í masters, sum varð hildin í Hafnia Hallen í Valby í Keypmannahavn.

Soleiðis skrivar Føroya Styrkisamband.

Gull-grannarnir búgva hús um hús Purkugerði í vesturbýnum í Havn. Tey eru Barba Jansdóttir, 35 ár og Niels Juel Arge, 59 ár.

Barba setti trý føroysk met

Barba megnaði leygardagin síni besti úrslit higartil á síni kappingarleið. Hon knógvaði 65 kg í trekk og 81 kg í stoyt. Harvið setti hon eisini trý føroysk met í aldursbólkinum 35-39 ár og vektflokkinum 64 kg. Samlað gav hetta henni 146 kg, sum vóru heili 27 kg meira enn silvurvinnarin.

Havnarkvinnan royndi eisini eftir 86 kg í stoyt, sum hevði havt verið danskt met, um hon kláraði tað, men tað gekk akkurát ikki. Barba Jansdóttir hevur seinastu árini íðkað nógva rørslumegi (Crossfit), men hevur so líðandi flutt seg meira og meira yvir til olympiska vektlyfting. Hon er íðkari í Styrkifelagnum Stoyt.

Niels Juel endurvann

Niels Juel kann skýrast sum grand old man í føroyskari vektlyfting. Hann bleiv sunnudagin aftur danskur meistari í aldursbólkinum 55-59 ár og vektbólkinum 109 kg við 76 kg í trekk og 108 kg í stoyt - íalt 184 kg. Hann royndi seg við 86 kg í trekk og 118 kg í stoyt, og var tað ikki fyri ein vøddaskaða, ið fór avstað við fýra vikurs venjing, hevði tað helst blivið til persónlig, føroysk og donsk met.

Niels Juel eigur annars sjálvur núverandi met. Hann byrjaði at íðka vektlyfting í 1980 í Bragdinum í Havnar Róðrarfelag í Álakeri, og var tá virkin í sjey ár. Seinastu sjey árini hevur hann verið virkin innan masters, og hann venur í Burn í Havn og Orka Fitness á Tvøroyri.

Skulu til EM í mars at kappast undir Merkinum

Føroysku vektlyftararnir, sum umboðaðu AK Atlas Slagelse, eru væl nøgd við DM-
kappingina og gleða seg til í mai mánað, tá ið kapping verður í EM-masters í Albania. Ein risastór kapping við áleið 500 luttakarum, sum koyrir yvir tíggju dagar.

Niels Juel er í løtuni EM-silvur- og HM-bronsuvinnari, ætlar sær enn eina ferð at fara eftir EM-gullinum. Hetta er fyrsta altjóða kapping hjá Barbu, og hon væntar harða kapping um heiðursmerkini.

Sum nakað heilt serligt fara føroysku íðkararnir í altjóða masters-kappingunum nú fyri fyrstu ferð at umboða Føroyar og Merkið. Kappingarbúnin verður tí føroyskur, og verður talan um gull-heiðursmerki, fer "Tú alfagra land" mítt at ljóma úr albansku háttalarunum, skrivar Føroya Styrkisamband-

Lyftini frá DM-Masters 2025 kunnu síggjast HER
Úrslit frá DM-Masters 2025 kunnu síggjast á urslit.fss.fo (Føroysku úrslit) ella vlstat.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder