
Fimm dystir í fremstu donsku kvinnudeildini vórðu spældir í gjárkvøldið. Harav vóru tríggir dystir, har feløg við føroyskum spælarum spældu.
Stóra botnbrakið í Aalborg millum tvey føroyingafeløg var tó uttan nakran føroyskan spælara á dómaraseðlanum.
Annika Fríðheim Petersen er darvað av skaða, og hetta var annar dystur landsliðsmálverjin sat úti. Tó skuldu góðar verið til, at hon verður til reiðar til HM play-off dystirnar í apríl. Liðfelagið hennara Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen var sum skilst frávald til dystin móti Skanderborg.
Súna Krossteig Hansen spælir fyri júst Skanderborg, men seinastu tíðina hevur hon verið darvað av skaða og sjúku. Súna spældi ikki við í tapinum, sum var við fýra málum. Aalborg er aftast og vann sín fyrsta dyst í 2025 - og harvið nærri júst Skanderborg, sum nú er næstaftast.
Annika Fríðheim Petersen er darvað av einum skaða, men landsliðsliðfelagi hennara spældi væl í týðandi dysti í bestu donsku deildini í gjár (Mynd: EHF/Kolektiff)
Rakul Wardum gjørdi bart
Á veg heim frá Bjerringbro iðraðu tær hjá Ringkøbing seg helst um, at tær ikki vunnu. Tað høvdu tær møguleikan til, og tvey stig móti beinleiðis kappingarneytanum høvdu gjørt stóran mun. Tað eydnaðist tó ikki at skora seinastu 3,5 minuttirnar - málverjin hjá Ringkøbing var fyri tvær ferðir.
Rakul Wardum var javnan fyri í hinum endanum. 22-ára gamla havnarkvinnan stóð størsta partin av dystinum, og tað var serliga seinastu tjúgu minuttirnar, at Rakul gjørdi bart. Heimaliðið var á odda við tveimum málum, men restina av dystinum bjargaði hon seks skotum. Umframt hetta fóru skot á stongina og framvið, har føroyski málverjin var við at "trýsta".
Samanlagt gjørdist talan um 10 bjargingar uppá 25 skot í opnum spæli. Hetta gevur eitt bjargingarprosent, sum er rættiliga høgt. Hon tók tó einki av teimum trimum brotskøstunum.
Avrikið rakk til ein javnleik. Ringkøbing hevur fingið nógv stig seinastu vikurnar, men er framvegis triðaftast við 10 stigum.
Eins og móti Sveis til EM-endaspælið gjørdi Rakul Wardum stóran mun dyri sítt lið í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
HH Elite hevði risauppgávu í Esbjerg men fylgdi við størsta partin av 1. hálvleiki og royndi at bjóða yvirveldinum av. Liðini liggja á ávikavist 10. plássi (12 stig) og 2. plássi (34 stig), og munurin millum topp og botn í Danmark er stórur.
Hóast nøkur mistøk í byrjani smæddist Maria Pálsdóttir Nólsoy ikki burtur. 20-ára gamli føroyingurin skoraði uppá bæði síni skot móti Anna Kristensen - besta spælara í EM-endaspælinum - og bæði við gjøgnumbroti. Maria er eisini skrásett fyri eitt upplegg í 28-24 dystinum. Hetta má metast sum rímiliga gott úrslit hjá HH Elite í Esbjerg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald