Annað

ÍF-menninir tryggjaðu sær bronsuna

Polestar-deildin:ÍF – Ternan 3-1 (25-19, 20-25, 25-22, 27-25).

2025-02-27 08:28 Author image
Innsent
placeholder

Fyri ÍF galt tað í gjárkvøldið um at fáa tvey stig, tí so var bronsan teirra, men tað var ikki uttan svørðsslag, tí Ternan bardist manniliga, og var um reppið at fáa sítt fyrsta stig í ár, men settbólturin í fjórða setti varð ikki gagnnýttur, eftir at Ternan hevði vunnið annað sett.  

Miðskeiðis í fyrsta setti fór Ternan at dragna, so ÍF vann 25-19. Annað sett minti nógv um tað undanfarna, men við mótsettum forteknum, tí hesaferð var tað Ternan, sum vann – og bara sítt annað sett í øllum kappingarárinum.

Ternan var eisini væl við í triðja setti, men kortini aftanfyri alla tíðina, men bara við tveimum við støðuna 21-23, áðrenn ÍF vann 25-22.

Ternan fleyg avstað í fjórða setti og legði seg á odda 8-3, men við seks stigum á rað fór ÍF fram um aftur. Síðan skiftust liðini um at vera á odda, til Ternan fekk settbólt við støðuna 24-23, men tók ikki av, og ístaðin vann ÍF við sínum øðrum dystarbólti og vann settið 27-25.

Og sostatt var bronsan tryggjað, tí Fleyr á fjórða plássi, sum bara hevur ein dyst eftir at leika, kann nú ikki taka ÍF aftur.

Leygardagin tekur Ternan ímóti Fleyr, og tá fara tey á Toftum eisini at hátíðarhalda 15 ára stovningardagin hjá Ternuni, og eisini at tey vunnu heiðurin Ársins ítróttafelagsskapur. Á skránni verður sangur, røður og stórt køkuborð. Tiltakið verður frá kl. 12 til 15 i skúlanum á Toftum. Dysturin millum Ternuna og Fleyr byrjar kl. 13.

Fleyr – Mjølnir 0-3 (25-27, 23-25, 23-25)
Mánakvøldið mest sum spilti Fleyr sær tjansin at vinna bronsuna, tá Mjølnir vann 3-0, men úrslitið kundi sum einki havt verið øvugt, tí Fleyr hevði settbóltar, lorkaði trygga leiðslu burtur og stóð at enda tómhent eftir.  

Fyrsta settið var javnt frá byrjan til enda, tó at Fleyr fyri tað mesta var á odda við einum ella tveimum stigum uttan til síðst, tá Fleyr fór trý framum og hevði tríggjar settbóltar við støðuna 24-21. Fyrsta settbóltinum bjargaði Phil Freere fyri Mjølnir við dundursmassji, tá hann hekk næstan uppi undir loftinum, og við tveimum risablokkum javnaði Vuc Ilic til 24-24. Vuc átti eisini stigið til 25-24, tá hann á miðjuni pilkaði lobbið frá Fleyr niður, áðrenn Mjølnir vann settið 27-25. Settbólturin var aftur vunnin í blokkinum, og hesa ferð var tað hin Ilic-bróðirin, Filip, sum átti hann.

Í øðrum setti var bara eftir hjá Fleyr at binda sloyfu á settið, tá støðan gjørdist 18-11, eftir at Fleyr hevði vunnið 10 av 11 stigum á rað, men greiða leiðslan varð lorkað burtur, og brátt hevði Mjølnir javnað til 23-23, áðrenn setttið var vunnið 25-23, tá Thorvald Danielsen heldur enn at heva lumpaði bóltin yvir um netið.

Í triðja setti kom Fleyr sterkt ímóti endanum og javnaði til 19-19, eftir at hava verið aftanfyri 15-19. Mjølnir vann sær kortini tríggjar dystarbóltar við støðuna 24-21 og gjørdi sær dælt av tí triðja, tá Phil Freere aftur hekk í leysari luft, sum so mangan í dystinum, og avgjørdi settið 25-23.

Sunnudagin 2. mars spæla Mjølnir og oddaliðið SÍ avgerandi dyst um, hvør skal hava heimavallarfyrimunin í fyrstu og eini møguligari triðju FM-finalu. Sum er, eru tey jøvn við 33 stigum hvør, men SÍ hevur betri settmun, og hevur eisini spælt ein dyst færri.  

Støðan í Polestar-deildini:

SÍ 33 stig
Mjølnir 33 stig
ÍF 22 stig
Fleyr 17 stig
Ternan 0 stig

Sí hevur spælt 13 dystir, Fleyr 15 og hini liðini 14 dystir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder