Fótbóltur

Video: Lógarbroyting í sambandi við brotsspark

Um ein spælari kemur ov tíðliga inn í brotsteigin í sambandi við skotið brotspark, verður bert dømt um hann hevur ávirkan, sigur Arnar Lognberg í sambandi við fyrireikingarnar hjá dómarunum til kappingarárið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-27 20:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað verður ongantíð feilfrítt. Hinvegin ynskja øll, at tað eru leikararnir sjálvir, ið avgera dystirnar, og ikki dómararnir.

Hetta sigur Arnar Lognberg, hjálpardómari, við FSF Varpið. Hann var ein av mongu dómarunum, sum var til staðar á skeiði á Hotel Føroyum síðsta vikuskifti. 

Allir úrmælingadómararnir, teir sum døma í fremstu deildunum í Føroyum, og dómaraeygleiðararnir løgdu seinastu hond varð løgd á fyrireikingarnar til kappingarárið 2025. Hetta undir leiðslu av dómaraleiðaranum Lassin Isaksen.

Í videobrotinum omanfyri greiðir Arnar Lognberg frá dagssskránni. Dómararnir byrjaðu við kropsligari roynd, og síðani var nógv ástøði á skránni.

Talan var millum annað um metingar, og so varð tosað um broytingar í fótbóltslógini. Har vóru ymiskar orðingar men so eisini tað, at tað verður linkað eitt sindur í samband við brotsspark og tað, at spælarar renna inn í brotsteigin, áðrenn skotið fellur. Nú verður hetta bert revsað, um spælarin hevur beinleiðis ávirkan á støðuna eftirfylgjandi. 

Samrøðan sæst ovast ella HER.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder