Hondbóltur

Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan spældu seg í steypafinaluna

Føroyski vongurin skoraði trý mál í hálvfinalusigrinum á ÍBV. Tað verður tó ikki føroyingauppgerð í finaluni, tí Afturlending tapti hina hálvfinaluna. Silja Müller kann verða føroyska umboðið í steypafinaluni hjá kvinnum.

Jóhannes hevur umboðað bæði VÍF og Neistan á sínari leið. Í sínum fyrsta ári í Íslandi skal hann spæla steypafinalu (Savnsmynd: Andrei Antal)

Jóhannes hevur umboðað bæði VÍF og Neistan á sínari leið. Í sínum fyrsta ári í Íslandi skal hann spæla steypafinalu (Savnsmynd: Andrei Antal)

2025-02-27 12:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin verður íslendska steypafinalan hjá monnum spæld í Laugardalshøllini. Í fjør var Allan Norðberg við at vinna hana við Vali, og aftur í ár kann ein føroyingur vongur enda við at lyfta steypið.

Jóhannes Bjørgvin skifti síðsta summar úr VÍF til Stjarnuna. Liðið hevur heimstað í Garðabær, sum er í høvuðsstaðrøkinum.  Harfrá sendi Stjarnan heim við fimm-máls tapi í hálvfinaluni í gjár. Í steðginum var støðan 18-16, og Stjarnan vann 34-29.

24-ára gamli føroyingurin skoraði trý mál í sigrinum og kann nú gleða seg til finaluna 1. mars.

Myndir frá dystinum og meira sæst á handbolti.is

Hon verður ikki móti fyrrverandi liðfelagnum Halli Árason og landsmanninum Sveini Olafsson. Teirra lið, Afturlending, tapti 36-33 fyri Fram í Reykjavík. Føroyingarnir eru ikki skrásettir fyri nakað mál í hálvfinaluni. Sveinur Olafsson spælir eisini so at siga bert í verjuni.

Fyrrverandi H71-venjarin, Einar Jónsson, stjórnar Fram, sum stendur sum favorittur til finaluna leygarkvøldið klokkan 18 føroyska tíð. Fram er á 2. plássi í landskappingini við 27 stigum. Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan hava 18 stig á 7. plássi.

[object Object]
Einar Jónsson var fyri nøkrum árum síðani venjari í H71, umframt at hann hevði venjaraleiklut í HSF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Íslendska steypafinalan hjá kvinnum verður eisini spæld leygardagin. Hálvfinalurnar verða spældar í kvøld, og spennandi Reykjavíks-uppgerð er millum Val og Fram um finalupláss.

Silja Arngrímsdóttir Müller er vanliga eykamálverji hjá Vali, sum er oddaliðí landskappingini og í hálvfinaluni í European Cup. Um tað eydnast at vinna í kvøld, so skal hon eisini í Laugardalshøllina leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder