Annað

Svimjiskúlin hjá Ægir er ársins ítróttaátak í Klaksvíkar kommunu

Talvfelagið gjørdist ársins felagsskapur, kurvabóltsfelagið Hávur varð heiðrað fyri ársins menningar-lop, og Eileen Matras varð kosin ársins eldsál fyri sítt treysti. Stórt hátíðarhald var fyri ítrótta í kommununi.

Fýra heiðrar vórðu latnir til stóra ítróttatiltakið í Klaksvíkar kommuna (Mynd: klaksvik.fo)

Fýra heiðrar vórðu latnir til stóra ítróttatiltakið í Klaksvíkar kommuna (Mynd: klaksvik.fo)

2025-02-27 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mikukvøldið, bjóðaði Klaksvíkar kommuna øllum ítróttafeløgum í kommununi til hátíðarhald í Varpinum.

Heimasíðan klaksvik.fo skrivar, at endamálið við afturvendandi tiltakinum er at savna øll feløg til íblástur og at heiðra sjálvbodna arbeiðinum. Øll 16 feløni í Klaksvíka kommunu vóru umboðað til tiltakið í mentanarhúsinum.

- Á skránni vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, og Signhild Johannesen, forkvinnu í mentanarnevndini, og ein gestarøða frá Jon Heystoy, fyrrverandi úrvals svimjara og formanni í Svimjisambandi Føroya. Harafturat var eisini sangur og tvær samrøður vístar á stórskíggja. Samrøðurnar vóru við Kristian Bjartalíð, formanni, venjara og íðkara í Hávi, og við Onnu Lovisu Mýri, triatlon íðkara. Eftir steðgin vóru heiðranir á skránni.

Fýra heiðrar latnir

Feløgini, sum vórðu heiðraði, vóru:
Ársins átak: Ægir (svimjifelagið sum nú hevur 50 ár á baki)
Ársins felagskapur: Klaksvíkar Talvfelag 
Ársins menningar-lop: Hávur ( Kurvabóltsfelagið)

[object Object]
Kristian Bjartalíð er formaður, venjari og íðkari í Hávi, sum fekk stóran heiður (Mynd: klaksvik.fo)

[object Object]Ársins felagskapur varð talvfelagið í býnum (Mynd: klaksvik.fo)

Umframt feløgini, fekk Eileen Matras heiðurin ársins eldsál. Heiðurin fekk hon fyri hennara áhaldandi ídni í felagnum Treysti.

Áðrenn Eileen bleiv rópt upp, segði Signhild Johannesen soleiðis um ársins eldsál:

- Ársins eldsál er ein sólstrála. Hon lýsir upp, har hon er. Hon er heit av lyndi, og passar hetta væl saman við hennara fjálgu persónseginleikum.

- Alt ber til, og um tað ikki ber til, so fáa vit tað at rigga kortini. Hon er altíð klár at hjálpa, tí hjá henni er ongin uppgáva ov lítil og ongin ov stór.

- Hon sigur tingini, sum tey eru, og tú veitst altíð, hvar tú hevur hana. Umsorganin fyri øðrum menniskjum er so ómetaliga stór, og hetta sæst eisini aftur í hennara ótroyttiliga arbeiði, sum hon í nógv ár hevur lagt í felagið. Ársins eldsál er: Eileen Matras

[object Object]
Eldsálin er Eileen Matras (Mynd: klaksvik.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder