
Mikkjal Thomassen og AIK høvdu nógva viðgongd frá august og til endan av kappingarárinum, og endaði svenska høvuðsstaðarfelagið nummar trý í Allsvenskan og harvið evropeiskum plássi. AIK vann millum annað ein innleiðandi dyst í svensku steypakappingini 7-1.
Hann var tó móti Kubikenborgs úr heilt lægru deildunum, og í mun til kappingardystir, er 2025 ikki byrjað væl hjá AIK.
Gamaní taptu Mikkjal og hansara menn ikki í teimum trimum bólkaspælsdystum í steypakappingini, sum í mun til landskappingina í Svøríki koyrir frá summarið til summar.
2-0 sigurin í gjárkvøldið á Värnamo, ið eisini er í bestu deildini, var tó ikki nóg mikið. Hetta tí at AIK hevði spælt hinar báðar dystirnar í bólkinum við fýra liðum javnar og bert eitt lið kemur víðari.
Trelleborgs FF úr næstbestu deildini fekk sjey stig í trimum dystum og millum annað eitt meðan Mikkjal Thomassen og AIK endaði á 2. plássi. Degerfors endaði á 3. plássi, og Värnamo endaði aftast.
Harvið eru favorittarnir úr Stokkhólmi bólkinum úti, meðan Trelleborgs er víðari til fjórðingsfinalurnar.
Ikki ein ynskibyrjan uppá árið hjá AIK - svenska landskappingin byrjar 31. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald