
Í fjórða dystinum uppá tíggju dagar sigraði THW Kiel fyri fjórðu ferð, og Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur millum bestu málskjúttarnar hjá týska stórfelagnum.
22-ára gamli hoyvíkingurin skoraði seks mál í stórsigrinum á Bietigheim-Metterzimmern í gjárkvøldið. Klassamunur var á liðnum, og Kiel vann 39-24.
Grundarlagið til 15-máls sigurin varð lagt tíðliga. Eftir 17 minuttir vóru longu níggju mál (4-13) á muni. Hetta takkað verið effektivum álops-og kontraspælið hjá Kiel saman við sterkari verju og framúr vælspælandi Andy Wolff í málinum.
Elias á Skipagøtu byrjaði sum spælskipari og vardi mest á vonginum har hann í øllum førum hevði eitt "steal": Á 1.30 á hæddarpunktinum sæst hann fanga eina alvering hjá heimaliðnum og harvið bróta álopið. Elias var á vøllinum til nakað inn í 2. hálvleik, tá alt var avgjørt. Hann skoraði seks av átta skotum og hevði tvær tekniskar villur.
Umframt tey seks málini - harav tvey síggjast í videobrotinum omanfyri (1.48 og 4.10), so hevði nummar 71 fimm skrásett upplegg. Tað sæst eisini, at Elias Ellefsen á Skipagøtu var við at seta ferð á góða álopsspælið hjá Kiel, og á sosialu miðlunum hjá týska felagnum sæst týðiliga, at fjepparar eru fegnir um, at ungu spælararnir spæla sog væl og fáa skapt so undirhaldandi spæl.
Hóast mótstøðuliðini seinastu tíðina ikki eru í evropeisku elituni, so er Porto, ið Elias hevur verið toppskjútti móti tvær ferðir, í oddinum í Portugal, og føroyski profilurin tyktist trívast betri og betri í føstum leikluti hjá Kiel.
Við sigrinum er Kiel nú tvey stig frá oddaliðnum Melsungen, ið tó hevur spælt ein dyst færri. Melsungen hevur tó trupla uppgávu í Flensburg í kvøld. Hannover-Burgdorf er ájavnt á stigum við Kiel, og liðið hjá Vilhelmi Poulsen spælir sunnudagin móti botnliðnum Erlangen. Vilhelm hevur skaða í lærkrikanum nú og er ógvuliga ivasamur til landsdystirnar móti Niðurlondum.
Sí hæddarpunktini frá stórsigrinum ovast í greinini ella á Youtube
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald