
Súna Krossteig Hansen skifti síðsta summar úr Ajax København til Skanderborg Håndbold. Føroyski landsliðsprofilurin fekk ein skaða í økilin í Føroyum síðst í september, og harvið varð heysthálvan nakað órógvað hjá Súnu.
Nú hevur 24-ára gamla havnarkvinnan verið órógvað av sjúku, men hon hevur eisini longt sáttmálan.
- Súna er ein ógvuliga umráðandi spælari fyri okkum. Tíverri varð ein stórur partur av heysthálvuni oyðiilagdur orsakað av einum skaða í øklinum, men hon hevur víst, at tá hon er til reiðar, so ger hon mun. Hennera royndir í bestu deildini og serliga hennara "mann móti mann-spæl" hevur skaða mótstøðulið. Eg eri vísur í, at tá Súna fer eitt longri tíðarskeið uttan skaðar, so hava vit ikki slett ikki sæð hennara hægsta stig enn. Vit gleða okkum til, at at vera við at menna Súnu meira - bæði í álopi og í verju.
Hetta sigur Kim Johansen, høvuðsvenjari við heimasíðu felagsins, sum fegnast um nýggja sáttmálan. Hann er galdandi fyri 2025/2026 kappingarárið.
Í løtuni koyrir ikki so væl hjá jútska felagnum, sum er næstaftast í bestu donsku deildini - eitt stig frá aftasta plássinum sum gevur beinleiðis niðurflyting.
Súna Krossteog Hansen ivast tó ikki sjálv í, at tað var tað rætta at leingja sáttmálan:
- At halda fram í Skanderborg hevur verið ein nátúrlig og rætt avgerð fyri meg. Felagið gevur mær tær bestu rammurnar fyri at menna meg - bæði sum spælari og sum menniskja - og eg trívist ógvuliga gott her. Sterka venjingarmentan er eitt av teimum mest umráðandi, har eg hvønn dag kann møta til nakað professionelt og við greiðari ætlan, har eg kann blíva avbjóða til at rak mítt hægsta stig. Harafturat merkir tað nógv fyri meg, at tað eru góð fólk kring liðið - á og uttanfyri vøllin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald