Hondbóltur

Stjarnan ov stutt í steypafinaluni

Jóhannes Bjørgvin skoraði eitt mál og fekk stóran spenning í aftur, tá smáir tíggju minuttir vóru eftir, men so fór Fram frá aftur og vann við seks málum.

Jóhannes vann føroysku steypafinaluni við VÍF í fjør - nú gjørdist talan um silvur í Íslandi (Savnsmynd: Andrei Antal)

Jóhannes vann føroysku steypafinaluni við VÍF í fjør - nú gjørdist talan um silvur í Íslandi (Savnsmynd: Andrei Antal)

2025-03-01 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fram livdi upp til favorittleiklutin og vann íslendsku steypafinaluna hjá monnum á  Ásvöllum. 

Jóhannes Bjørgvin og teir royndu. Stjarnan var aftanfyri 14-12 í steðginum og 19-24, tá tólv minuttir vóru eftir. Síðani gekst tó skjótt, og tá føroyski vinstri vongurin Jóhannes Bjørgvin í 52. minutti skoraði sítt fyrsta mál í dystinum, var bert eitt mál á muni (24-25) og háspenningur í kókandi høllini á Hafnafjørðinum. 

Teir hjá Stjarnuni høvdu helst nýtt nógva orku at koma so nær, og Fram lyfti seg aftur. Reykjavíkar-felagið skoraði trý mál á rað, og so vendist ikki við.

Tað eydnaðist ikki Stjarnuni at gera sum í 2007 og vinna steypið í finalu móti Fram. Silvur til Jóhannes og teir.

Íslendska steypafinalan hjá monnum 2025
Fram - Stjarnan 31-25 (14-12)

Haukar, sum fleiri føroyingar hava spælt við, vann steypafinaluna hjá kvinnum á sínum heimavølli.

Í fjør vunnu Allan Norðberg og Valur steypakappingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder