Fótbóltur

Stóruppgerðir longu í 1. umfari

Lutakast til "áttandapartsfinalurnar" og fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið hevur júst verið. Steypavinnararnir HB taka móti KÍ, meðan Víkingur og NSÍ bresta saman.

Teitur Matras Gestsson, sum lyfti Løgmanssteypið í november, og Heðin Arge frá Televarpinum. Fyrrverandi HB-málverjin trekti KÍ sum mótsstøðulið til sínar gomlu liðfelagarar (Skíggjamynd/Televarpið)

Teitur Matras Gestsson, sum lyfti Løgmanssteypið í november, og Heðin Arge frá Televarpinum. Fyrrverandi HB-málverjin trekti KÍ sum mótsstøðulið til sínar gomlu liðfelagarar (Skíggjamynd/Televarpið)

2025-03-01 19:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint eftir stórsteypadystin á Tórsvølli var lutakast til tvey tey fyrstu umførini í kappingini um Løgmanssteypið.

Sí eisini: HB endurvann stórsteypið

Og tað var av álvara eitt spennandi lutakast, sum nú givni liðformaðurin hjá steypavinnarunum í fjør trekti fyri Televarpið. 

Teitur Matras Gestsson fekk para síni fyrrverandi feløg HB og KÍ saman. Hesi hittust eisini í 1. umfari í fjør, og er tað av álvara HB, ið hevur yvirtakið í steypakappingini móti KÍ og samanlagt í hesi kappingini seinastu árini.

[object Object]
HB var omaná, tá arvafíggindarnir hittust í Klaksvík flaggdagin í fjør. Eftir hendan dystin fekk Haakon Lunoc sekkin. 

[object Object]HB endaði kappingarárið við Løgmanssteypinum, og var hetta tað seinasta Teitur Matras Gestsson gjørdi sum fótbóltsspælari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eysturoyarliðini Víkingur og NSÍ skulu eisini bresta saman tíðliga í apríl. Tað verða føroyameistararnir, sum taka ímóti styrktum NSÍ-liði í Sarpugerði, og lagt er upp til stóruppgerð.

Aðrar tættar uppgerðir eru eisini í væntu. EB/Streymur varð trekt at fara beinleiðis víðari - tað er ólíka tal av liðum í umfarinum.

Kappingin um Løgmanssteypið 2025
Áttandapartsfinalur, 1. umfar:
FC Hoyvík - B71
Skála - TB
B68 - ÍF
Víkingur - NSÍ
AB - FC Suðuroy
HB - KÍ
07 Vestur - B36

Dystirnir verða spældir 7 og 9. apríl (mánakvøld og mikukvøld)

EB/Streymur er beinleiðis víðari við lutakasti. 15 lið eru, og tí eru bert sjey áttandapartsfinalur 

Fjórðingsfinalurnar síggja soleiðis út:

[object Object]

(Skíggjamynd/Televarpið)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder