
Í HØJ Elite satsa tey. Pauli Jacobsen og mansliðið eru á odda í næstbestu deildini, og við einum "dagsins spælara-avriki" í Ølstykke í gjár var føroyski landsliðssplælarin við at fáa uppflytingina nærri.
Tað er tó tætt enn hjá, men hjá kvinunum er uppflytingin longu í hús. Hetta kom hon í fjórðseinasta umfari í gjár. HØJ tók ímóti TMS Ringsted og vann trygt 30-22.
Marita Mortensen skoraði trý mál í dystinum. Landsliðsbakkurin hevur spælt við HØJ seinasta stóra árið, og hevur liðið verið ógvuliga sannførandi.
Næsta ár liggur tað til, at 23-ára gamla hoyvíkskvinnan fær dystir í fremstu donsku kvinnudeildini, har longu eru sjey føroyskir landsliðsspælarar.
Fágnaður í Ølstykke um uppflytingina (Mynd: HØJ Elite)
Lív, Vár og Ajax bjóða eisini av:
HØJ hevur tikið einasta beinleiðis uppflytingarplássið. Nummar 2 og 3 skulu spæla um tað, og nú fýra umfør resta í, er Ajax København á 3. plássi.
Fleiri føroyskir spælarar hava verið í hesum felagnum. Í ár hava tvíburðarnir Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen spælt fyri høvuðsstaðarfelagið. Báðar eru komnar fyri seg eftir álvarsamar knæskaðar, og 22-ára gomlu hoyvíkskvinnurnar gera vart við seg.
Tær eru verjuserfrøðingar men kunnu veruliga eisini í álopinum. Vár hevði ein góðan dag á strikuni í gjár og skoraði fimm mál í týðandi 29-27 sigrinum á Randers.
Lív, Vár og Marita skulu allar til Føroyar nú til venjingar. Tær eru týðandi í fyrireikingunum til HM play-off dystirnar móti Litava í apríl.
Vár Bentsdóttir Zachariasen av strikuni fyri H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald