
Ajax København er eitt av feløgunum, sum nógvir føroyskir spælarar hava verið í. Í løtuni spæla tvíburðasystrarnar Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen við felagnum, sum stríðist fyri at flyta upp aftur í bestu donsku deildina.
Sí eisini: Marita og HØJ hava tryggjað sær uppflyting til bestu deildina
Eftir summarferiuna fáa tær ein landsliðsliðfelaga, og fyrrverandi H71-liðfelaga, afturat sær. Talan er um Elsu Egholm, sum higartil bert hevur spælt vaksnamannahondbólt við barndómsfelagnum í H71.
21-ára gamli sterki verju-og bakspælarin hevur spælt 22 A-landsdystir og var við til EM-endaspælið í vetur. Hon skal nú royna seg uttanalands; tí í rímiliga kendum umhvørvi og við einum venjara sum Elsa hevur havt áður. Talan er um Martin Grønmann, sum var venjari hjá Elsu Egholm og Janu Mittún, tá tær fyri nøkrum øðrum síðani gingu á KIES (Københavns Idrætsefterskole) og spældu fyri FIF.
- Eg eri ógvuliga fegin um, at Elsa kemur til felagið. Hon hóskar ógvuliga væl til leikháttin, og er hon ein spælari, ið altíð gevur alt og fer at styrkja um venjingarumhvørvi. Eg var venjari hjá henni í eitt ár, tá hon gekk á KIES og spældi í FIF í eitt ár og gleði meg at vera tað aftur.
Sjálv sær føroyski landsliðsspælarin fram til fram til at menna seg víðari og gera mun í Ajax, sum í løtuni er á 3. plássi í næstbestu donsku deildini. Elsa Egholm undirstrikar, at hon kennir nakrar av spælarum, og harvið hvussu mentanin er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald