
Viborg vitjaði seinnapartin liðið hjá Rakul Wardum í Ringkøbing í 21. av teimum 26 umførunum í Kvindeligaen.
Hetta var uttan heilt stóra profilin Christina Petersen, og tað sást í nógvum løtum í álopsspælinum. Jana Mittún er farin at spæla væl saman við júst Christunu Petersen. Í byrjanini var talan um fleiri brendar møguleikar av serliga vongplássunum, men tað varð eisini heldur "hakkut" uttan vanliga spælskiparan – serliga í 1. hálvleiki tá Viborg bert skoraði 10 mál.
Nógv lá á Janu Mittún í mun til at seta ferð á, taka ein-móti-einari støður og eisini at taka kroyst skot. Hetta gav fleiri góðar støður hjá føroyska landsliðsspælaranum, sum var langt ovast, í mun til upplegg. Talan var um samanlagt ellivu, og ein av allarbestu assist-spælarunum í bestu donsku deildini hevði havt eini fimm afturat, um liðfelagar skoraðu uppá fríar møguleikar. Jana skoraði eisini trý mál í dramatiska dystinum.
Í verjupartinum hevði 21-ára gamla hoyvíkskvinnan nógvar góðar atgerðir á bakkinum (sum 5'ari/2'ari)
Green Sports Arena í Ringkøbing - heimavøllurin hjá landsliðsmálverjanum Rakul Wardum (Mynd: Sverri Egholm)
Jana Mittún tók nógvar nærdystir og avgerðir í Ringkøbing (Mynd: Sverri Egholm)
Tað gav tó eisini, saman við vantandi røttum atgerðum rundanum hana og einum sterkum Ringkøbing-verjuparti fyrstu 50 minuttirnar, fleiri ting á minus-kontuna. Jana brendi samanlagt seks skot og átti eisini tvær tekniskar villur. Serliga í mun til skotini skal føroyski bakspælarin fáa prosentini upp. Tær í Ringkøbing-verjuni ansaðu væl eftir nummar 77, og royndu millum annað at syrgja fyri at hon ikki kom so nógv upp í ferð.
Ringkøbing var so at siga á odda allan vegin, men tað var heilt tætt, til beint yvir tíggju minuttir vóru eftir. Síðani skoraði heimaliðið trý mál á rað, og so kom munurin upp á fýra mál. Tá sá út til at vera út við farið hjá Janu Mittún og teimum, men so fór liðið í 7 móti 6 í álopinum og til eina ógvuliga álopsknda 3-3 verju. Serliga hetta seinna gjørdi, at Ringkøbing fullkomiliga misti takið – og eisini misti nakrar bóltar. Ein ivasom útvísing kostaði eisini hjá heimaliðnum.
Rakul Wardum noyddist at royna "at hjálpa til" av bonkinum allan dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Tá farið var inn í seinasta minuttin, var Viborg á odda við einum máli. Heimaliðið javnaði, men tá fýra sekund vóru eftir sníkti eitt skot hjá toppsjúttanum í Ringkøbing Marielle Martinsen í netið til 27-26 og so var stór frøi á Janu Mittún, sum spældi hana upp, umframt liðfeløgnum og útiáskoðarunum.
Tað at Stephanie Andersen spældi so væl størsta partin av dystinum gjørdi, at Rakul Wardum sat á bonkinum allan dystin. Royndi danski málverjin hevði 15 bjargingar – føroyski landsliðsspælarin hevur annars havt stóran leiklut í nøkrum av dystunum, har Ringkøbing hevur fingið stig. Liðið her frá vestara parti av Jútlandi er av álvara í niðurflytingarstríðnum og kundi fingið virðismikil stig í dag.
(Mynd: Sverri Egholm)
Stórur munur á kenslunum eftir spennandi dystin. Rakul Wardum troystar starvsfelagan, Stephanie Andersen, sum í stórum løtum stóð heilt væl í Ringkøbing-málinum
Ringkøbing - Viborg 26-27 (12-10) -
21. av 26 umførum í fremstu donsku deildini
Dystargongdin:
5 min: 1-1
10min: 3-2
15 min: 6-4
20 min: 7-6
25 min: 9-8
30 min: 12-10
35 min: 13-12
40 min: 15-15
45 min: 18-17
50 min: 22-20
55 min: 25-22
Jana Mittún:
3 mál (9 skot)
11 upplegg - flest á degnum
Tvær tekniskar villur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald