Hondbóltur

Video: - Havi fingið størri álit í Viborg

Jana Mittún setur orð á ein heldur tungan dyst í Ringkøbing men ein frálikan enda, har tær satsaðu. Nú gleðir hon seg til heimadyst við Tjarnir fyri Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-02 18:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ringkøbing, Danmark (Portalurin): Eftir ein dramatiskan dyst, har Viborg vann við máli í seinastu løtu, og har Jana Mittún hevði flest upplegg, fingu vit orðið á føroyska landsliðaprofilin.

Hoyvíkskvinnan roynir at nýta álitið, sum hon hevur fingið í danska felagnum til at menna seg víðari á øllum økjum - millum annað við at fáa skotprosentini uppeftir aftur.

Í morgin gongur leiðin til Føroyar til týðandi venjingar fram ímoti HM-play off dystunum í mai í apríl.

Sí samrøðu ovast.

Ringkøbing - Viborg 26-27 (12-10) - 21. umfar av 26 í Kvindeligaen
Dystargongdin: 
5 min: 1-1
10min: 3-2
15 min: 6-4
20 min: 7-6
25 min: 9-8
30 min: 12-10
35 min: 13-12
40 min: 15-15
45 min: 18-17
50 min: 22-20
55 min: 25-22

Jana Mittún: 
3 mál (9 skot)
11 upplegg
Tvær tekniskar villur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder