
Stutt eftir steypafinalusigurin hjá monnum varð kunngjørt, at Mark Lausen Marcher gevst í H71. Tíðin røkkiir ikki til hetta, samstundis sum hann er ítróttarstjóri í Hondbóltssambandinum.
Nú er greitt, at enn ein venjarabroyting er í H71. Hesaferð er tað á besta kvinnuliðnum.
Mathias Rettig kom til felagið á sumri 2023 sum hjálparvenjari hjá kvinnum. Hann tók síðani yvir sum høvuðsvenjari til hetta kappingarárið. Umframt hetta er danin ungdómsvenjari í felagnum.
Hetta seinna fer hann sum skilst at halda fram við í eina tíð, men samstarvið við H71 viðvíkjandi SMS kvinnum er av.
Hetta hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri keldum í kvøld.
H71 er á 3. plássið í SMS-deildini. Liðið tapti fyri Neistanum í hálvfinalunum í steypakappingini, har leiðslan varð tveitt burtur í 2. hálvleiki í seinna dystinum á heimavølli.
Mathias Rettig uttast til høgru undir dysti hjá H71. Saman við Jens á Skipagøtu í miðjuni, og Gilla Lorenzen sum Helgi skal arbeiða saman við (Mynd: Sverri Egholm)
Helgi Hoydal kemur inn í toymið
Restina av árinum verður tað eitt vælkent andlit, sum skal stjórna H71-kvinnum saman við Gilla Lorenzen.. Talan er um Helga Hildarson Hoydal, sum í fjør vendi aftur til barndómsfelagið eftir nógv ár uttanlands.
Helgi er ungdómssvenjari í Hoyvík. Hann hevur leingi verið darvaður av einum skaða í alboganum men fær helst ein leiklut móti endanum av kappingarárinum hjá steypavinnarunum.
Samstundis skal hann verða við at standa á odda fyri kvinnuliðnum, sum í løtuni stendur til at skula spæla FM-fjórðingsfinalu.
Gilli Lorenzen, sum hevur verið venjari saman við Rettig, í hesum kappingarárinum heldur fram í sínum leikluti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald