Fótbóltur

Tað helt heim hjá HB

B68 kom afturum 3-0 í Gundadali, svaraði aftur og kundi væl fingið stig burturúr, men liðið hjá Sormani stóð eftir við øllum.

HB sá út til at hava tamarhald á støðuni, men B68 vísti eitt ávíst mótsstøðuføri í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

HB sá út til at hava tamarhald á støðuni, men B68 vísti eitt ávíst mótsstøðuføri í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-07 21:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í Betrideildini 2025 var sanniliga ikki óáhugaverdur. HB vísti stóran kaldleika og skoraði trý mál uppá ikki nógv meira enn trý skot. Ári Mohr Jónsson sló beinanvegin til við høgra beininum av brotsteigarmarkinum, síðani Sammy Skytte – ið heilt tíðliga avloysti skadda Heina Fossdalsá Sørnsen – og til seinast Leivur Fossdal Guttesen við góðum vinstrabeins skoti.

Fyrsta málið var ivasamt verjspæl og tað næsta eitt málmansdropp hjá Tórði Thomsen. B68 fall tó ikki í fátt. Útiliði hevði hótt uppá serliga deyðbóltar, ið HB sær út til at vera ógvuliga veikt í. Í 40. minutti eydnaðst á skora, tá Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson ikki avgreiddu eina støður, og eyðsýndi Hanus Højgaard smekkaði ein leysan bólt niður í longra horna.

Tveir minuttir seinni: Aftur ein bóltur inn í brotsteign frá Bárði Ólavsson Jensen í vinstru. Sviin Emanuel Kulego vann luftdystin og breit frammanfyri málinum var Sebastian Lau Nielsen nógv meira árvakin og knappur enn nýggi lettiski HB-miðverjin Klavs Kramens.

So var 3-2, og 2. hálvleikur var eitt stríð fyri HB at halda fast. B68 spældi í løtum við stórari orku og nógvir – serliga ungir spælarar – vísti góðar taktir og nógva orku. Tað vantaði tó seinasta skerpni.

Har vóru tvær deyðbóltsstøður, har HB júst fekk ruddað burtur, B68 helt seg eita eitt brotsspark, og einaferð tá innskift Martin Klein Joensen trýsti nýggja HB-málvrjan, Reinis Reinholds, burdi innskifti Marjus Nón revsa mistakið. Í yvirtíðin fekk Hanus Højgaard góða sending frá Tóka á Lógv, men skotið var mitt á málverjan.

HB hevði hinvegin lítið at bjóða uppá frameftir, og hjá liðnum hjá Sormani snúði tað seg um at stríða stigini inn í HB-húsið. Hetta eydnaðist. Fleiri ting fyrsta partin av dystinum vóru góð, men hepni var samanumtikið eisini við teimum reyð-svørtu, ið skulu betra um ymiskt

Betrideildin, 1. umfar
Fríggjadagin 7. mars
HB - B68 3-2 


[object Object]

Meira um dystin sæst her

Sunnudagin 9. mars
14.00: FC Suðuroy - EB/Streymur
14.45: TB - Víkingur
15.00: NSÍ - B36
15.00: KÍ - 07 Vestur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder