
Á sjálvum altjóða kvinnudegnum verður søga skrivað í Fótbóltssambandi Føroya, í mun til kvinnuumboðan í ovastu nevndini hjá felagsskapinum.
Sólrun Hendriksdóttir Sørensen er ein av fýra uppstillaðum til teir fýra tøku sessirnar í starvsnevndini, í sambandi við hetta valið. Hon er einasta kvinnan, og sambært viðtøkunum hjá FSF skulu bæði kyn veljast.
- Tískil verður Sólrun Hendriksdóttir Sørensen triðja kvinnan í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Tað er fyrstu ferð í søguni hjá FSF, at tríggjar kvinnur eru við til at manna starvsnevndina. Hinar báðar eru Anja Rein og Maria Jóhannusardóttir Joensen.
Hetta staðfestir FSF, ið hevur sum mál at hava javnstøðu í nevndini. Tá tað er ólíka tal, so er 42,8 prosent nøktandi (3 av 7).
Anja Rein úr Havn og Maria Jóhannusardóttir Joensen av Toftum vórðu valdar inn í 2023 og standa harvið ikki fyri vali hesaferð.
41-ára gamla Sólrun Hendriksdóttir Sørensen er úr Skálavík. Hon hevur verið virkin sum spælari og á anan hátt í B71 og hevur verið í kvinnunevndini hjá FSF tvey tey seinastu árini. Sólrun er systur landsliðsspælaran Brand Hendriksson Olsen.
Val um aðrar sessir seinnapartin
Tríggir starvsnevndarlimir stóðu annars fyri vali, men havnarmaðurin Rúni Herup Olsen stillaði ikki uppaftur. Róin Schrøter úr Hvalba og Fríðin Ziskason úr Klaksvík vilja tó gjarna halda fram í FSF. Teir báðir og Jóannes Prestá av Skála, formaður í Skála ÍF, kappast um tvey pláss til valið í dag.
Hetta verður í sambandi við aðalfundin hjá FSF, sum byrja í dag, 8. mars, klokkan 13 á Hotel Hilton í Havn.
Har verður eisini val um forsetasessin. Vágbingurin John Eystberg stillar upp móti toftamanninum Christiani Andreasen, sum hevur sitið í 15 ár.
Portalurin verður til staðar á aðalfundinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald