
Tá Eyðun Klakstein og Atli Gregersen skrivaðu undir sum ávíkavist høvuðsvenjari og hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum 14. februar, varð samstundis eitt hol á U21-landsliðnum. Teir komu frá somu leiklutum á elsta ungdómslandsliðnum hjá FSF.
Christian Andreasen segði tá, at arbeiði við at seta nýggjar venjarar til U21 skuldi fara í gongd skjótt. Nú eru beint yvir tríggjar vikur farnar síðani tíðindafundin, og í sambandi við aðalfundin hjá FSF í gjár, tosaði Portalurin við Pætur Smith Clementsen.
- Nú kom tað rímiliga brádliga við at Eyðun og Atli tóku yvir á A-landsliðnum. Tað er eitt landsliðsvindeygað seinni í mars, har vit hava eina U21-samling á skránni. Hana ætla vit at halda fast í. Í næstu viku fara vit aftur at hyggja uppá, um vit kunnu fáa ein venjara uppá pláss heilt skjótt, ella um ein onnur loysn skal finnast til tað sum er á skránni í mars.
Tekniski stjórin staðfestir, at tað er nakað av tíð enn til næsta dystin hjá U21-landsliðnum. Hann verður í juni móti Estlandi, tá EM-undankappingin byrjar. Tó vil FSF helst seta ein U21-venjari í seinasta lagi, áðrenn mánaðin er av, sigur Pætur.
Pætur Smith Clementsen (Mynd: FSF/Bjarni Enghamar)
Síðani FSF fór undir U21-virksemi í 2007 hava bert føroyskir venjarar staðið á odda. Tað kann tó væl koma uppá tal, at talan verður um ein útlendskan venjara hesaferð, greiðir Pætur Clementsen Portalinum frá.
Arbeiðið við at seta tøku venjarapostarnar Í FSF varð sett at vera: A-landsliðið, U21 og síðani U19-dreingir. Hetta verður hildið fast í.
Pætur Smith Clementsen er sjálvur fyribils høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum er farið undir sína Nations League-kapping. Har verður ein nýggjur venjari eftir ætlan settur einaferð í summar, sigur tekniski stjórin.
Hoyr samrøðuna í bjálkanum omanfyri tekstin við at trýsta á stóra "spæl-knøttin"
A-landsliðið við monnum verður tikið út í morgin, mánadagin 10. mars. Les meira her: Eyðun Klakstein skal kunngerða hópin mánadagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald