
Eins og bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, verður venjaratoymi hjá føroyska manslandsliðnum hetta næstu tíðina:
Høvuðsvenjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen
Kropsligur venjari: Magni Mohr
Greinari: Jákup Reinert Højgaard
Málmansvernjari: Geza Turi
Restin av læknaliga toyminum sæst her
Í mun til í november, tá Eyðun Klakstein var fyribils høvuðsvenjari, verður Magni Mohr kropsligur venjari. Tað var ítróttarfrøðingurin og professarin úr Vági eisini undir Håkani Ericson frá 2020 til og við oktober 2024.
Royndi venjarin hevur verið við at vunnið FM við B36 og EB/Streymi. Hann hevur arbeitt fyri stór feløg í Onglandi, Italia og Spania, umframt millum annað danska manslandsliðið og granska nógv í evninum kropslig venjing.
Kropsligi tølini hjá føroyska liðnum hava verið heilt góð nógvar dystir seinastu árini, og hevur tað verið menning á hesum økinum. Í dag váttaði Eyðun Klakstein fyri Portalinum, at Magni Mohr verður kropsligur venjari hjá landsliðnum.
Magni Mohr var til staðar til úttøkuna og verður við á ferðini til Kekkia og Montenegro seinni í mánaðinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Eli Nolsøe Leifsson hevði leiklutin í Armenia og Norðurmakedónia í november, Hann heldur fram hjá kvinnulandsliðnum og millum annað hjá U17-gentum.
Geza Turi er til dagliga málmansvenjari hjá KÍ og hevði leiklutin seinastu tíðina hjá Håkani Ericson. Hann var tann einasti eftir av gamla toyminum, ið var við í november eisini, og heldur Geza fram. Nú verður tað saman við soninum.
Jákup Reinert Højgaard greinaði millum annað dystir í sambandi við uppgávurnar í mars. Ungi Saltnesmaðurin hevur millum annað verið hjálparvenjari hjá B68 og venjari hjá næstbesta liðnum hjá barndómsfelagnum og er nú "landsliðsanalytikari".
Sí eisini: Árni Frederiksberg er aftur á landsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald