Fótbóltur

Árni: - Tað brennir í mær at spæla fyri landsliðið

Venjaratoymið hevur eina greiða ætlan, sum eg síggi meg sjálvan í, staðfestir KÍ-vongurin eftir avgerðina um at venda aftur. Haldi eg havi prógvað í evropeiskum dystum, hvat eg kann.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-10 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað, sum so nógv føroysk fótbóltsáhugaði hava eftirlýst og ynkst, er nú veruleiki. Eftir fimm ára steðg hevur Árni Frederiksberg tikið avgerð um, at hann aftur er tøkur fyri landsliðið.

Vandamikli vongurin hevur skorað heili 13 evropeisk mál fyri KÍ tvey tey seinastu árini, umframt lagt upp til fleiri, og eru hansara dygdir eyðsýndar - eisini á størri pallum enn tí føroyska.

Håkan Ericson roynd at fáa hann við aftur. Nú var rætta tíðin, staðfesti Árni Frederiksberg eftir tíðindafundin í FSF-húsinum í dag, har hann varð kunngjørdur sum partur av hópinum hjá Føroyum til fyrstu EM-dystirnar.

[object Object]
Árni í FSF.húsinum til tíðindafund (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen tosaðu við hann í november, og eftir umhugsanartíð valdi hann nú at takkað ja.

- Hetta er eitt spennandi venjaratoymi. Teir hava eina greiða ætlan, sum eg síggi meg sjálvan í.

Stjórin á Kjølbro Heilsølu úr Saltangará staðfestir, at einki er lovað honum í mun til spælitíð, men at hann er ti reiðar at gera sítt, og at hann eisini hevur prógvað seg í evropeiskum dystum.

Nú gleðir Árni seg, sum var tað fyrstu ferð, at spæla fyri Føroyar. 32-ára gamli vongurin hevur spælt 11 A-landsdystir. Hann er tann føroyingurin, sum hevur skorað flest mál í evropeisku mdystum (13).

Sí video ovast

Hópurin, sum Eyðun Klakstein júst hevur kunngjørt til fyrstu uppgávurnar í undankappingini til HM 2026

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur *

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland) *
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur

Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík 
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Noah Mneney, HB 
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Geza David Turi, Grimsby Town F.C. (Ongland) *
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Poul Kallsberg, Víkingur 
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík *

Framherjar:
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ 

* Við í mun til seinast

1. umfar, leygardagin 22. mars
Kekkia - Føroyar

2. umfar, týsdagin 25. mars
Montenegro - Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder