
Tað varð mett, at ov nógvur vindur og ringasta ætt fór at vera á Eiðunum sunnudagin. Harvið varð eingin Betrideildarfótbóltur.
Sum vit skrivaðu leygardagin, hava feløgini funnið semju um at spæla dysti vikuskiftið 22- 23. mars.
A-landsliðið er avstað, tá men einki bendir á, at FC Suðuroy og EB/Streymur fáa nakran spælara úttiknan. U21-landsliðið, sum ikki hevur nakran venjara í løtuni, hevur sum skilst møguliga venjingar í tí vikuni.
Nú er endaliga ásett, at dysturin millum FC Suðuroy og EB/Streym verður spældur leygardagin 22. mars klokkan 14.30.
Tey spæla bæði sunnudagin, tá 2. umfar er á skránni. Tá er talan um fyrstu kappingardystirnar hjá liðunum í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald