Hondbóltur

Video: Tvey lond í stórari framgongd og framtíðin er fyri Føroyum

Tit hava ógvuliga spennandi einstaklingar sum Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún og eina heilt fína høll, staðfestir svenska landsliðs- og Kiel legendan Staffan Olsson, sum stjórnar Niðurlondum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-11 22:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um tvær smærri tjóðir í hondbóltshøpi, sum hava tikið seg ógvuliga nógv fram seinastu árini. Hetta eru eisini tvey lið, sum spæla skjótan álopshondbólt og hava ávísar avbjóðingar í verjuspælinum.

Tað staðfestir Staffan Olsson, ið sum bakspælari var partur av "Bengan Boys" hjá Svøríki í nítiárunum og fyrst í nullunum. Liðið fekk heiðursmerki so at siga hvørt stóra endaspæl og vann millum annað fýra EM og HM.

Seinastu árini hevur fyrrverandi Kiel-spælari stjórnað niðurlendska liðnum, sum í kvøld vandi við Tjarnir. Olsson gleðir seg at spæla har í morgin og setur nøkur orð á, hvat hansara lið - oddaliðið og favoritturin í bólkinum - kemur at møta í morgin.

Føroyar og Niðurspæla spæla við Tjarnir mikukvøldið klokkan 19. Talan er um 3. umfar í tætta EM-undankappingarbólkinum.

Sì samrøðu omanfyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder