
Róðrarssamband Føroya (inniróður): Tað var við stórum spenningi at RSF bjóðaði øllum vælkomin til størsta inniróðrartiltakið, sum hevur verið í Føroyum.
Fyrireikingarnar gingu væl, har fleiri kappróðrarfeløg vístu stóra vælvild at lána rógvimaskinur og aðra útgerð til tiltakið. Aftur í ár stuðlaði Sunda kommuna, við starvsfólki, okkum við at lata okkum hava tiltakið í ítróttar-høllini við Streym, sum er eitt tað besta hølið í landinum til eina tílíka kapping.
Fyrsta kappingin byrjaði stundisliga klokkan 10 og helt tíðarætlanin ígjøgnum allan dagin. Tað er serliga Ulrik Andersen at takka, sum hevur ment KT-skipanina, sum stýrir kappingunum og úrslitununum, umframt stroyming á netinum.
Rógvararnir vístu seg at verða sera væl fyri í ár, og vóru tað nógvar sera spennandi kappingar í gjøgnum dagin. Á fyrsta sinni varð kappast í 500 metrar sprint, har 34 rógvarar høvdu meldað til. Føroyskir rógvarar hava í nógv ár klára seg væl á sprintteinunum í altjóða kappingum, og verður hetta ein partur av inniróðrarkappingunum í heyst.
Vit endaðu dagin við liðkappingunum hjá børnum og vaksnum. Hesar kappingarnar fáa áskoðararnar at kóka, sum dríva á síni lið. Tað er ein sera stuttligur at enda dagin uppá, har áleið 400 íðkandi og áskoðarar høvdu vitja í gøgnum dagin.
Øll úrslitini síggjast HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald