Fótbóltur

PSG sendi Liverpool út eftir brotssparkskapping á Anfield

Málverjin Gianluigi Donnarumma var stóra hetjan hjá franska høvuðssðarafelagnum. Bayern, Barcelona og Inter Milan eru eisini víðari til fjórðingsfinalurnar.

Eitt skot á mál í fyrra dystinum og eitt mál. Men á Anfield var so at siga einki at gera hjá Liverpool - heldur ikki uppá brotsspørk har italiumaðurin fyrr hevur gjørt tað tungt hjá onglendingum (Mynd: EPA)

Eitt skot á mál í fyrra dystinum og eitt mál. Men á Anfield var so at siga einki at gera hjá Liverpool - heldur ikki uppá brotsspørk har italiumaðurin fyrr hevur gjørt tað tungt hjá onglendingum (Mynd: EPA)

2025-03-12 15:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra tey fyrstu fjórðingsfinaluliðini í Champions League eru funnin. Hetta eftir seinnu 1/8-finalurnar hjá hesum liðunum í gjár:

Liverpool - PSG 0-1 (1-5 eftir brotsspørk)
Inter Milan - Feyenoord 2-1 Samanlagt 4-1 
Barcelona - Benfica 3-1 Samanagt 4-1
Bayer Leverkusen - Bayern Munchen 0-2 0-5 samanlagt

PSG var greitt omaná leikliga í fyrra dystinum í París men aftanfyri undan dystinum á Anfield. Ousmané Dembele skoraði tó longu eftir 11 minuttum í gjár, og so var 1-1 samanlagt.

Liverpool hevði fleiri stórar møguleikar men fekk ikki avgjørt, og so varð neyðugt við brotsspørkum. Har vóru teir hjá útliðnum nógv kaldari. PSG byrjaði og skoraði síni fýra. Gialuigi Donnarumma bjargaði skotunum frá Darwin Nunez og Curtis Jones, og so var líkamikið, at Mohammed Salah hevði byrjað fyri Liverpol við at skora.

Í PSG trúgva tey nú helst veruliga uppá, at tað kann verða í ár. Ógvuliga tungt hjá Liverpool, sum tó kann troysta seg við, at meistaraheitið við nærum 100 prosent vissu kemur í hús.

Í hinum uppgeðrunum vunnu favorittarnir. Inter er einasta italska liðið, sum er eftir, og sendi Feyenoord, ið annar hevði vunnið á grannunum AC Milan í umfarinum áðrenn, út.

Bayern München vann greitt í týskarauppgerðini móti Bayer Leverkusen, meðan Barcelona sendi Benfica út uttan stórvegis trupulleikar.

Í kvøld verða hini fýra fjórðingsfinaluliðini funnin. Millum annað stríðast Madrid-nábúgvarnir um pláss.

Sí yvirlit her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder