
Seinastu árini hevur Peter Krogh verið liðformaður á føroyska A-landsliðnum. Nú er verjuserfrøðingurin skaddur, og tískil skal ein annar spælari leiða liðið inn á vøllin.
Hesin spælarin er Pauli Jacobsen. 22-ára hoyvíkingurin spælir til dagliga fyri HØJ, oddaliðið í næstbestu donsku deildini.
Pauli var liðformaður hjá føroyska U21-landsliðnum til HM-endaspælið í 2023.
Pauli Jacobsen til málverjuupphitingina við Tjarnir í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Í hondbólti tykiskt tað at vera liðformaður ikki altíð at fylla eins nógv, sum í millum annað fótbólti. Man sær til dømis sjálvdan liðskiparabond. Tað er tó talan um ein stóran heiður fyri føroyska málverjan.
Hann verður tann fyrsti føroyski spælarin, sum rennur inn við Tjarnir - helst til heilt stóran fagnað frá føroysku fjøldini. Pauli Jacobsen kann eisini fáa stóran leiklut móti sterka niðurlendska alopinum.
Dómaraseðilin til dystin sæst annars her:
Mynd: EHF/HSF
Sí eisini: Føroyar sleppa undan heilt stóru stjørnini hjá Niðurlondum
Undankappingin til EM 2026 - 3. umfar av seks
Mikudagin 12. mars, Við Tjarnir
19.00: Føroyar - Niðurlond
Støðan eftir tvey umfør:
1. Niðurlond 3 stig
2. Ukraina 2 stig
--------------------
3. Føroyar 2 stig
4. Kosovo 1 stig
Dysturin sæst í Kringvarpinum og hoyrist á FM1.
Portalurin hevur nógv tilfar frá klokkan 16 í okkara beinleiðis bloggi. Út á kvøldið kemur eisini nógv út á forsíðuna frá stóra dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald