
Tað er ikki sannførandi spæl frá føroyska liðnum enn – men vit eru frammanfyri við fýra málum, og tað er gott. Støðan er 18-14.
18 føroysk mál er OK, men vit áttu kanska at verið framman fyri við einum ella tveimum afturat fyri at vit skulu vera heilt nøgd. Tí niðurlendski málverjin hevur einans tikið 3 av 21 føroyskum skotum.
Hóast verjan hevur staðið væl, so er tað eydnast niðurlendingum at halda sambandið við Føroyar. Serliga takkað verið at teir hava fingið heilt nógv brotskøst 7 í tali, og bert brent tað eina.
Her eru føroysku málskjúttarnir fyri steðgin
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 mál
Hákun West av Teigum 4 mál
Óli Mittún 4 mál
Teis Horn Rasmussen 3 mál
Leivur Mortensen 1 mál
Allan Norðberg 1 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald