
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið góðheitur fyri THW Kiel í seinastuni, og tað var hann eisini til tíðir í Hoyvík í kvøld.
Nummar 71 varð føroyskur toppskjútti í 32-32 javnleikinum móti Niðurlondum við Tjarnir. Hann skoraði ellivu mál - eitt færri enn toppskjúttin í dystinum, vongurin Rutger ten Velde.
Elias var tryggur uppá brotskøstini, fyriuttan tað fyrsta, og hevði fleiri flott mál á kvøldinum.
Eisini vóru nøkur av teimum sjey uppleggunum, flest í dystinum, ógvuliga snild. Elias á Skipagøtu var við at seta ferð á føroyska spælið.
Í nøkrum førum kastaði hann tó bóltin burtur í rímiliga ótrýstum støðum. Tað er ein avleiðing av, at man satsar uppá støðu við "høgum vinningi", og at so nógvar avgerðir liggja á einum spælara.
Elias Ellefsen á Skipagøtu brendi eisini heldur nógv skot. Talan var um sjey í tali.
Staðfestast kann tó, at uttan 22-ára gala Kiel-spælskiparan høvdu Føroyar havt ógvuliga torført við at koma á 32 mál og at fáa stig móti so mikið sterkum liði sum Niðurlondum.
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál
Hákun West av Teigum 7 mál
Óli Mittún 5 mál
Teis Horn Rasmussen 4 mál
Leivur Mortensen 3 mál
Allan Norðberg 2 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald