
Stutt eftir dystin fingu vit orðið á Leiv Mortensen, ið var maðurin sum tryggjaði Føroyum eitt stig í byrjnardystinum við Tjarnir.
25-ára gamli vinstri vongurin var ikki við seinast vegna skaða, men í dag skoraði hann trý mál uppá trý skot.
Tað var ein fegin føroyskur spælari - tó staðfesti Leivur, at summi ting burdi verið betri.
- Hetta er næstan sum ein sigur vegna støðuna í bólkinum, og tað er áskoðarunum at takka.
Undankappingin til EM 2026 - 3. umfar av seks
Mikudagin 12. mars, Við Tjarnir
Føroyar - Niðurlond 32-32 (18-14)
Støðan eftir trý umfør:
1. Niðurlond 4 stig
2. Føroyar 3 stig
--------------------
3. Ukraina 2 stig *
4. Kosovo 1 stig *
* Ein dyst færri
Tvey lið koma beinleiðs víðari eftir seks umfør. Fýra teir bestu trý'ararnir koma eisini.
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál
Hákun West av Teigum 7 mál
Óli Mittún 5 mál
Teis Horn Rasmussen 4 mál
Leivur Mortensen 3 mál
Allan Norðberg 2 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald