Hondbóltur

Video: Eitt risa fet - næstan sum ein sigur

- Endin var vitleystur, og tað var "Balkan-stemningur" kring vøllin, tá áskoðararnir veruliga komu í gongd. Peter Bredsdorff-Larsen staðfestir, at Føroyar gera ov nógv mistøk í 2. hálvleiki, og at hyggjast skal eftir verjuspælinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-12 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava nakrar spælarar, ið skulu spæla "yvir sítt stig", í mun til uppgávuna vit biðja teir fremja. Eg havi stóra virðing fyri avrikinum og tað, at allir arbeiða so gróthart. Tað er eingin loyna, at vit vilja gera tað betri í vejrustøðu - tað hyggja vit uppá til útidystin sunnudagin.

Peter Bredsdorff-Larsen setti orð á, hví 2. hálvleikur ikki var eins góður og fyrri, tá "Føroyar gjørdu nógv flott ting". Mistøk sníkti seg inn, men samanumtikið er landsliðsvenjarin heilt nøgdur við stigi.

- Tað var ógvuliga umráðandi, at Leivur skoraði har. Tað er næstan sum ein sigur.

Hetta er í millum annað í mun til trý'ara-rokniskapin.

Danin setti eisini orð á huglagið í høllini, og samanbar hann móti endanum við at vera sum "Balkan".

- Eg var eitt sindur stúrin fyri, at høllin var heldur "fín", men so varð ikki; hetta er veruliga ein "hola". Áskoðararnir skulu bara byrja frá 0-0, so verður tað øðiligt. 

Undankappingin til EM 2026 - 3. umfar av seks
Mikudagin 12. mars, Við Tjarnir
Føroyar - Niðurlond 32-32 (18-14)

Støðan eftir trý umfør: 
1. Niðurlond 4 stig
2. Føroyar 3 stig
--------------------
3. Ukraina 2 stig *
4. Kosovo 1 stig *

* Ein dyst færri
Tvey lið koma beinleiðs víðari eftir seks umfør. Fýra teir bestu trý'ararnir koma eisini.

Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál
Hákun West av Teigum 7 mál
Óli Mittún 5 mál
Teis Horn Rasmussen 4 mál
Leivur Mortensen 3 mál
Allan Norðberg 2 mál 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder