Fótbóltur

Ólavur takkar fyri seg í Sarpugerði

Nýggi høvuðsvenjarin á U21-landsliðnum hevur verið hjálparvenjari hjá besta mansliði Víkings seinastu tvey árini, umframt 1. deildarvenjari í tvey ár.

Ólavur Mikkelsen, til vinstru saman við Sølva Vatnhamar og Jóhan Peturi Poulsen beint eftir eina venjing í Sarpugerði. Ólavur hevur verið hjálparvenjari hjá toftamanninum í beint yvir tvey ár (Savnsmynd)

Ólavur Mikkelsen, til vinstru saman við Sølva Vatnhamar og Jóhan Peturi Poulsen beint eftir eina venjing í Sarpugerði. Ólavur hevur verið hjálparvenjari hjá toftamanninum í beint yvir tvey ár (Savnsmynd)

2025-03-13 11:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg vil samstundis takka Víkingi fyri tíðina í Sarpugerði, sum hevur verið sera lærurík. Nú stendur so eitt nýtt kapittul fyri framman.

Soleiðis sigur nýggi U21-landsliðsvenjarin, Ólavur Mikkelsen, við fsf.fo. Hetta var í sambandi við, at 33-ára gamli strandingurin hevði skrivað undir tvey ára sáttmála við Fótbóltssambandi Føroya.

[object Object]
Ólavur Mikkelsen saman við tekniska stjóranum í FSF, Pætur Smith Clementsen

Sí eisini: Ólavur Mikkelsen nýggjur U21-landsliðsvenjari

Strandingurin kom til Víking í 2021, eftir at hann var byrjaður væl uppá sína venajraleið við næstbesta liðnum hjá barndómsfelagnum.

Tvey silvur við næstbesta liðnum, við í toyminum til steypafinalusigurin í 2022 og FM í 2024 eru nøkur av ítøkiligu úrslitunum hjá skjótt fyrrverandi hjálparvenjaranum hjá Jóhan Petur Poulsen.

Av tí at hann hevur sagt ja til tilboðið frá FSF, endar samstarvið hjá Ólavi Mikkelsen við Víking eftir hesa vikuna. Dysturin móti NSÍ sunnudagin verður hansara seinasta uppgáva í Sarpugerði - á hesum sinni í øllum førum. Í Víkingi eru tey sorgblíð men fegnast hansara vegna.

- Okkara hjálparvenjari seinastu árini, hevur fingið satt álit, nú hann er settur sum høvuðsvenjari hjá føroyska U21 landsliðnum. At tað við jøvnum millumbili eru boð eftir venjarakreftum úr okkara felagið, boðar frá góðum, og hetta vísir eisini, at í Víkingi er eitt gott venjaraumhvørvi. Men hetta merkir samstundis eitt farvæl til Ólav herfrá.

[object Object]

Á síðu felagsins veðrur sligið fast, at saknur verður í Ólavi Mikkelsen, sum verður skýrdur at vera "ein stór persónligheit, sum altíð spreiðir gleði, positivitet og gott lag".

Ein stórur U21-hópur til venjingar í næstu viku verður tikin út nú. Fyrsta uppgávan í EM-undankappingini verður á heimavølli móti Estlandi 7. juni.

Samstundis byrjar tilgongdin at seta nýggjan hjálpavenjara í Sarpugerði beinavegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder