
Ein av ungu føroysku fótbóltsspælarunum, sum roynir seg uttanfyri landoddarnar, er Kára Sigurðsson. 15-ára gamla klaksvíksgentan skifti úr KÍ síðsta summar.
Evnini eru eyðsæð, og boð vóru eftir Káru í FC Norðsjælland, sum hevur lið í bestu kvinnudeildini og eitt sterkt akademi. Talan er um góðan klekingardepil. Landsliðsliðskiparin Ásla Johannesen hevur millum annað verið framvið í Farum.
Kára Sigurðsson hevur higartil spælt ungdómsfótbólt í danmark, men leygardagin varð talan um minuttir hjá teimum vaksnu.
FC Nordsjælland var á vitjan hjá Varde IF í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Tá eitt korter var eftir varð unga føroyska kvinnan skift inn.
Favorittarnir vunnu 3-1, og talan var um stóra løtu fyri blaðungu klaksvíkskvinnuna.
Kára er í løtuni til undankappingingardystir í Litava við U17-landsliðnum, sum í mai skal spæla EM-endaspæl á heimavølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald