Fótbóltur

Liverpool-legendan Jan Mølby vitjar í Norðurlandahúsinum

Fyrrverandi danski landsleikarin kann upplivast fríggjadagin 21. mars.

2025-03-13 13:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Trý ensk meistaraheiti. Trý FA Cup heiti. Ein yrkisleið lík henni hjá øðrum fótbóltshetjum sum Kenny Dalglish, John Barnes og Ian Rush. Fyrrverandi danski landsliðsleikarin í fótbólti, Jan Mølby, er ein livandi legenda í Liverpool FC, og fríggjadagin, 21. mars kl. 19 fer hann at siga frá sínum bestu søgum frá hesi fótbóltsyrkisleið í Norðurlandahúsinum.

Áhoyrararnir kunnu gleða seg til at hoyra søgur um eina merkisverda yrkisleið – m.a. søguna um skaðan, sum Bruce Grobbelaar fekk, áðrenn finaluna í Club World Cup, og um hvussu Mølby misti sjey tenn á Upton Park.

Eisini fáa vit svar uppá ymiskar spurningar, sum fólk hava hugsað um í fleiri ár: Mann hann framvegis hava ein butlara? Hví fekk hann ongantíð jólakort frá (táverandi danska landsliðsvenjaranum, -red.) Richard Møller Nielsen?

Bara so eingin er í iva – Manchester United blusur eru ikki vælkomnar.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder