Hondbóltur

Sakaris og Bjarta vóru tey bestu í februar

Heiðrarnir fyri síðsta mánaði fóru til strikuspælarar, sum eisini høvdu stórar leiklutir í steypagulli.

Sakaris Sakarisson skorar fyri H71 í steypafinaluni móti VÍF. Hann hevur veruliga víst seg fram í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Sakaris Sakarisson skorar fyri H71 í steypafinaluni móti VÍF. Hann hevur veruliga víst seg fram í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-13 17:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bestu spælar fyri februar í fremstu føroysku hondbóltsdeildini eru nú kosnir. Talan er um tvey, ið vanliga stríðast á strikuni og í verjuni.

Roynda Bjarta Johansen hevur stóran týdning í álopi og verju hjá Kyndli, sum heldur fram at vinna. Liðið hevur vunnið grundspælið og er stórur FM-favorittur.

Bjarta spældi eisini stóran leiklut í steypagullinum. Landsliðsspælarin varð toppskjútti við tíggju málum og varð vald sum dagsins spælari fyri sítt avrik.

[object Object]
Bjarta Johansen rennur inn á vøllin til fyrsta vaksnamannadystin við Tjarnir. Kyndil vann grannafinaluna móti Neistanum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Bjarta Johansen var toppskjútti og tann besta á vøllinum

Sakaris Aniano Sakarisson varð ikki alment kosin dagsins spælari, men viðmerkjarar í Kringvarpinum peikaðu á hann sum ein av teimym heilt eyðsýndu og størstu orsøkunum til gullið hjá hoyvíkingum.

Sterki strikuspælarin hevur havt stóra ávirkan hjá H71 í ár. 23 ára gamli Sakaris spælir væl sum miðverji og hevur verið tryggur í málskjótingini seinastu tíðina. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder