
Føroyska ferðalagið setur nú kós móti Niðurlondum. Talan er um eitt fullfermt flogfar, sum umframt spælarar, venjarar, leiðarar, miðlar og stuðlar telur nógva hondbóltsfjepparar.
Í gjár fór eisini eitt fullsett flogfar beinleiðis, og nógv koma til Amsterdam gjøgnum Keypmannahavn.
Eitt av ferðafólkunum í dag er Eirikur Hákunarson Magnussen. Havnarmaðurin er trúfastur í Neistanum sum millum annað liðleiðari.
Nú gleðir Eirikur seg at uppliva Neistamenninar og hinar til týðandi EM-undankappingardystin í Amsterdam-økinum.
Eirikur trýr uppá stig sunnudagin, og fegnast um serstaka føroyska stemningin.
Hoyr prátið (tveir minuttir) omanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald