Hondbóltur

Video: Dagsins spælari var rørdur eftir dystin

Tað merkir so nógv, at okkara áskoðarar hava nýtt so nógva tíð og orku uppá hetta, og hetta varð ein veruligur stríðssigur, sigur Pauli Jacobsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-16 16:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Almere, Niðurlond (Føroyar):  At talan fór at vera um málríkan dyst aftur, var helst greitt, men fyri Paula Jacobsen var tað umráðandi at taka frá í løtum.

Tað gjørdi 22-ára gamli hoyvíkingurin so sanniliga fyrsta partin av 2. hálvleiki, har nakrar stórbjargingar vóru við at skapa frástøðu frá Niðurlondum.

- Tað at teir ikki sleppa at skjóta í síðstu sekundunum vísir, hvørjum stríðsanda vit spældu við í dag, sigur liðskiparin.

Pauli hevði samanlagt níggju stórbjargingar og varð kosin dagsins spælari, men han hevur hug at peika á viðleikararnar. Millum annað Aleksandar Sasha Lacok, sum hevði týðandi brotskastsbjarging móti endanum.

Málverjin úr Hoyvík stórrósti eisini áskoðarunum, og staðfesti at tað vóru rørandi løtur eftir dystin.

Hoyr samrøðu ovast

[object Object]Zakaris Joensen, pápi Paula, eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder