
Almere, Niðurlond (Portalurin): - Eg kenni meg ógvuliga væl á hesum føroyska liðnum, og tað hongur saman við hondbóltsspælinum.
Ísak Vedelsbøl fekk í dag sítt stóra altjóða gjøgnumbrot á A-landsliðsstigi. 20-ára gamli Sävehof-spælarin stóð framúr væl í føroysku miðverjuni í serliga løtum í 1. hálvleiki.
Í álopinum var strikuspælarin eitt horn í síðuna á væl eldri niðurlendingunum. Hann fangaði góðu innspølini hjá Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún, og var í stóran mun tryggur: Fimm av seks skotum endaðu í málinum, og Ísak vann eisini Føroyum nøkur brotsskøst.
Eftir sigurin tók tað eina løtu, áðrenn sterki strikuspælarin fataði, hvat var hent. Men Ísak sló fast, at áskoðarnir merktu alt, og at hann bert hoyrdu føroyingarnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald