Fótbóltur

Føroyingar eru komnir fram í Kekkia

Varð heldur kroyst við nógva viðførinum í leiguflogfarinum, men lagið er gott í landsliðsleguni tveir dagar undan fyrsta dystinum í undankappingini.

Eyðun Klakstein kemur úr leiguflogfarinum eftir lending í Prag (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein kemur úr leiguflogfarinum eftir lending í Prag (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-20 17:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Prag, Kekkia (Portalurin) Eftir tríggjar venjingar á Tórsvølli í vikuni skuldi landsliðshópurin í gjárkvøldið pakka til ferðina, sum byrjaði tíðliga í morgun.

Flogið var úr Vágum stutt eftir klokkan átta. Í Kastrup gekk skjótt og væl at fáa viðføri út og tjekka inn aftur, men leiguflogfarið var so mikið lítið í mun til ferðafólk - og serliga viðføri - at aftastu tvær rekkjurnar máttu nýtast til stórar Errea-taskur.

Alt gekst tó eftir vild, tá samanumkom og pláss varð til sjavs, spurmarkapping og hjá nøkrum: Svøvn.

Fyri løtu síðani setti flogfarið við føroyska manslandsliðnum seg í kekkiska høvuðsstaðnum. Á veg út í bussin stóðu nakrir lokalir menn fyri og vildu hava autografar.

Føroyingarnir skulu búgva og spæla í býnum Hradec Kralove - nakað væl frá Prag.

Í kvøld er venjing - 1. umfar í HM-undankappingini verður leygarkvøldið 22. mars klokkan 19.45.

Meira úr Kekkia seinni og næstu dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder