Fótbóltur

Taka møði men eisini áræði við til Montenegro

Føroyski landsliðshópurin fer úr Kekkia við nøkrum í viðførinum, sum man kann nýta til næstu uppgávuna. Ein royndur áleypari á høgum stigi varð avgerandi í gjár, eftir at Gunnar Vatnhamar gav kekkum hvøkk.

Gunnar Vatnhamar og hinir taka ikki søguligt stig við sær úr Kekkia man ananrs vóru nógv ting, sum hann og hinir í leguni vóru nøgdir við í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar Vatnhamar og hinir taka ikki søguligt stig við sær úr Kekkia man ananrs vóru nógv ting, sum hann og hinir í leguni vóru nøgdir við í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-23 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hradec Kralove, Kekkia (Portalurin): Nógvir "harðir og súrir metrar" og eitt sterkt arbeiðsavrik. Hetta var nakað, sum føroyska liðið legði eftir sær á grasinum í Kekkia í gjárkvøldið.

Ein eginleika til at skapa nakrar veruligar vandastøður og at spæla um stig heilt til endans móti einum av ovaru evropeisku liðunum; nakað sum kann vera ógvuliga trupult fyri eitt føroyskt landsliðið.

Eitt mótstøðuføri og ein trúgv uppá at okkurt órealistiskt ber til. Hetta var nakað, sum Føroyar vístu í fyrsta kappingardystinum við føroyskum høvuðsvenjara í yvir 16 ár.

Sí eisini: - Tað sum ikki ber til ber til viðhvørt

[object Object]

[object Object]
Tað varð givið nakað fyri Føroyar á grasinum í Hradec Kralove í gjár - omanfyri Árni Frederiksberg, aftur í landsliðsblusuni, og niðanfyri Meinhard Egilsson, sum kom inn í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Sí allar myndirnar frá dystinum í Kekkia her

Føroyska liðið varð tó eisini "yvirmatchað" - ella í øllum førum trýst til markið - í summum førum. Hóast teir tríggir føroysku miðverjarnir í flestu førunum gjørdu tey røttu tingini, so vórðu teir ógvuliga avbjóðaðir av teimum mongu skørpu kekkisku innleggunum til serliga teir báðar høgu kekkisku áleypararnar.

Har vóru eini 2-3 støður, sum kundu givið mál, um kekkar vóru heilt effektivir í brotsteignum, og so vóru tað tey bæði málini. Har sást tað, at Patrik Schick er ein royndur Bayer Leverkusen-áleypari, sum varð javnsettur EM-toppskjútti í 2021, móti einum 24-ára gamlum miðverja við undir 15 A-landsdystum fyri Føroyar, hvørs royndir annars hava næstbestu deildina í Póllandi sum hægsta stigi.

[object Object]
Tá Schick var fyrstur á bóltinum og skoraði fyrru ferðina (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Andrias Edmundsson spældi aftur við yvirskoti - serliga tá hann skuldi út at renna og møta spælarum, umframt við bólti. Toftamaðurin vann fleri nærdystir, men Schick var tað snildari í tveimum førum. Ein lærupeningi til Plock-spælarin, sum eigur nógv eftir í føroysku miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Fingu fyrsta málið móti Kekkia - men ikki stigið

Andrias Edmundsson hevur spælt fleiri heilt góðar landsdystir fyri Føroyar og hevði fleiri ógvuliga væl avgreiddar støður í gjár. Schick snýtti hann tó tvær ferðir í føroyska brotsteignum og stútaði í føroyska málið: Í fyrra førinum við at renna frammum júst til tí røttu tíðina, tá Andrias ikki var heilt varugur við, at renningin fór at koma, og í seinna førinum við kropsfintu meðan innleggi var á veg.

Slíkt kann henda móti einum klassaáleypara. Tá spælt verður móti liðum við slíkari styrki, so snýr tað eisini ofta um at steðga sjálvum innleggunum; nakað sum møguliga kundi verið gjørt eina tonn betri við fyrsta málinum, har Bárður á Reynatrøð - hóast bólturin er nær honum - sá út til at hava heldur lítið av tíð at reagera uppá stútaran við fyrstu stongi.

Føroyingar vóru sum vera man kroystir av kekkum í ymiskum tíðarskeiðum, men megnaðu í tíðarskeiðum at flyta bóltin væl. Hetta var millum annað takkað verið einum róligum og tekniskt gávaðaum Brandi Hendriksson á sentrala miðvøllinum.

Útiliðið fekk eisini hótt og hevði samanlagt fimm skot - tríggar á kekkiska málið. Størsti møguleikin, fyriuttan flotta málið hjá Gunnari Vatnhamar, var tann hjá Hanusi Sørensen tíðliga í dystinum, eftir at Petur Knudsen hevði snittað væl víðari, og ein kekki í verjuni misti fótafesti. Havnarmaðurin stríddist á miðvøllinum í 90 minuttir og hevði nakrar góðar taktir við bólti: Her rann Hanus rætt, men burdi hann fingið meira ferð á skotið og helst lagt Føroyar á odda.

[object Object]
Hanus Sørensen strýkur avstað og fær møguleikan. Hann varð tó kroystur nakað aftanfrá og royndi seg so av brotsteigarmarkinum - málverijn bjargaði (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Seinni í dystinum kundu føroyingar fegnast um eitt søguligt mál (Mynd: Sverri Egholm)


Sí eisini - samrøður: 
Gunnar Vatnhamar: - Stuttligt at hoppa upp um Soucek - men telur so lítið nú,
Adrian Rúnason Justinussen: Hevði hugsað um hasa løtuna leingi

Undankapping til HM 2026 - bólkur L 
1. umfar, leygardagin 22. mars 
Kekkia - Føroyar 2-1 (1-0)
25' Patrick Schick 1-0
84' Gunnar Vatnhamar (Adrian Rúnason Justinussen) 1-1
86' Patrick Schick 2-1

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Benjaminsen (38' Jóannes Kalsø Danielsen)*, Andrias Edmundsson, Oddmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen - Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Hanus Sørensen - Petur Knudsen
*Vegna skaða hjá Jann

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Meinhard Egilsson Olsen og René Shaki Joensen (64' - fyri Petur og Hall) Páll Andrasson Klettskarð og Adrian Rúnason Justinussen (79' - fyri Brand og Árna)

[object Object]
Brandur Hendriksson hevði nakrar heilt góðar løtur við bóltinum (Mynd: Sverri Egholm)

Samanumtikið var dystarmyndin nøkulunda sum væntað. Kekkar høvdu yvirvág í spæli, fleiri horna, málroyndir o.s.fr, men tað hóvaði heilst heimamonnunum heilt illa, at man ongantíð "fekk luft". Teir vórðu eisini heilt trýstir eina løtu, tí føroyingarnir vóru treisknir og treystir og í roynd og veru fimm minuttir frá einum stórum og søguligum stigi.

Nú tá Kroatia og Frakland spæla Nations League play-off dystir sínamillum, so var hetta avgjørt truplast gjørliga uppgávan, sum nýggja venjaratoymi kundi byrjað við - fimm vikur eftir starvssetanina. Hana vóru Eyðun Klakstein og allir hinir nær við at standa til UG, tí at vinna stig móti Kekkia hava Føroyar ikki roynt áður ,og hevði tað verið veruligur skelkur í bólkinum.

Nú snýr tað seg um restituera, byggja uppá og fara eftir tí aftur í Montenegro, har mótsstøðan er eina hill ella tvær lægri - men har Føroyar aftur veruliga skulu avrika fyri aftur at spæla við um stig allan vegin. 

Føroyska ferðalagið setur seinni fyrrapartin kósina móti Montenegro, har 2. umfar í undankappingini er á skránni, týskvøldið 25. mars klokkan 19.45. Portalurin verður eisini við á ferðini har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder